Fjórði sigurin á rað til ÍF

Kvinnurnar hjá ÍF vunnu ein sera spennandi dyst í Sørvágu sunnudagin, og tær hava nú vunnið fýra dystir á rað í meistaradeildini hjá kvinnum.

FLOGBÓLTUR

Sunnudagin var toppdystur í Sørvági í meistaradeildini hjá kvinnum. Her tók SÍ ímóti ÍF, og hesin dysturin bleiv sera spennandi.
Í byrjanini var tó einki sum bendi á, at SÍ skuldi megna at hótta ÍF á nakran hátt. ÍF vann nevniliga tvey tey fyrsta settini trygt, 11-25 og 21-25, og nú sá ikki alt ov gott út hjá kvinnunum í Sørvági.
Men so kom gond á sørvágskvinnurnar. Tær svaraðu aftur í triðja setti, sum tær vunnu tepurt 25-22, og nú var dysturin aftur opin. Í fjórði setti gjørdi SÍ bart. Tær hølvaðu ÍF av 25-14, og nú stóð á gomlum nøglum hjá ÍF.
Nú mátti ein javnbrótari til, fyri at ein vinnari skuldi finnast. SÍ hevði spælt sera væl síðstu tvey settini, og tí var líkt til, at kvinnurnar úr Sørvági skuldu fara at draga longra stráðið í síðsta setti. Men so bleiv ikki. Kvinnurnar hjá ÍF komu út sum eitt ódnarveður í síðsta setti, og tær vunnu at enda sannførandi í síðsta settinum. Úrslitið gjørdist 7-15.
Enn einferð megnaði ÍF at vinna, og nú eru tær ósigraðar í fýra dystum, og tær liggja eisini á odda í meistaradeildini við 8 stigum saman við Drátti.