Neistin, VB, StÍF og nú VÍF.
Átta stig av átta møguligum er úrtøkan hjá Tjaldri, síðan Trygvi Mortensen setti seg í venjarasessin.
Pílurin peikar beint upp eftir hjá kvinnunum úr Runavík, sum hava beina kós móti finaluni um føroyameistaraheitið.
Munur beinanveg
Adina Petrea gekk fremst, tá Tjaldur fór til stroks í Vestmanna.
Gestirnir vóru á odda 7-2 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og so var spenningurin horvin.
Hóast Tjaldur vóru á sigurskós, so fóru tað ongantíð niður í leikferð.
Adrina Petrea var toppskjútti við 12 málum.
VÍF – Tjaldur 20-28 (8-14)
Høllin í Vestmanna
Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen
10 min.: 2-4
20 min.: 4-10
40 min.: 12-18
50 min.: 15-24
VÍF: Liljan Djurhuus 7, Agnas Olsen 5, Halla Durhuus 3, Rógvi Joensen 3, Elisa Leo 2.
Tjaldur: Adina Petrea 12, Cormelia Rimbu 5, Annika Thomsen 3, Simona Petersen 3, Jóhanna í Króki 2, Sarah Ann Thomsen 2, Benadikta Johannesen 1.
Útvísingar: VÍF 2 – Tjaldur 2