Jógvan Samson fylti 14 ár á sínum fyrsta túri til skips við síðutrolaranum, Skálabergi, sum Kjølbro hevði latið bygt miðskeiðis í fimmtiárunum.
Pápi hansara, Samson O. Samson, sum var skipari á Skálabergi í mong ár, tók hann við sær til skips.
Hart arbeiði
Men Jógvan slapp ikki so lætt, hóast pápi hansara førdi skipið. Í vatni upp um knøini, mátti hann standa í vaskipavninum á dekkinum og stríðast við at fáa fiskin, sum kom flaktur niður í pavnin, upp í kassar, sum vóru í akslahædd.
Hetta var sera tungt arbeiði hjá so ungum dreingi, tí mennirnir flaktu so skjótt, og arbeiðið mátti ganga skjótt fyri seg.
Tá var vanligt, at dreingir fóru til skips um 14 ára aldur, og arbeiðið umborð var ikki av lættasta slag.
Um fýra ár eftir, at Jógvan var farin sín fyrsta túr, læt Kjølbro byggja nýggja hekkutrolaran, Skálaberg.
Betraðar umstøður
- At fara av síðutrolara umborð á hekkutrolara var ein veldug broyting, sigur hann.
Hann minnist, at bløðini tá skrivaðu, at trolarin var at samabera við eitt luksus ferðamannaskip.
Men hóast tann Skálaberg var roknaður at vera eitt serstakliga gott skip, vóru umstøðurnar ikki at samanbera við tær í dag.
Trolarin varð bygdur so seint sum í 1976, men hóast tað, vóru bert trý toylett og tríggjar brúsur til manningina, sum taldi út við 40 mans. Brúsurnar vóru allar í einum rúmi, bert við einum forhangi ímillum.
Á kømrunum var bert eitt lítið borð og á vegginum ein spegil. Privatlív var slett einki, og tað kundi mangan vera strævið, tá túrarnir við hvørt vardu í 4 og 5 mánaðir.
Meira privatlív
- Í 1989 kom enn ein nýggjur Skálaberg. Tá var vesi og brúsa á hvørjum kamari, og ikki fyrrenn tá kendu vit tað, sum høvdu vit eitt privatlív umborð, sigur Jógvan.
Hann er saman við restini av manningini sera fegin um góðu umstøðurnar um-borð á nýggja Skálabergi. Og ikki er løgið, at teir fegnast, tí í mánaðir noyðast teir at búleikast umborð og hava ikki møguleika at sleppa heim í egnu stovur sínar.
Jógvan sigur, at hvørt ár, síðan hann sum 13 ára gamal fór sín fyrsta túr, hevur hann verið knýttur at reiðarínum hjá Kjølbro.
Í 1984 tók hann skipara-útbúgving og hevur siglt sum stýrimaður og skipari síðani.
Møtini stóran týdning
Jógvan er takksamur fyri sína tíð til skips, og hann ynskir at Harrin má signa hetta nýggja skipið og tað verk, bæði tímiligt og andaligt, sum fer at verða gjørt umborð.
- Møtini hava havt ein ógvuliga stóran týdning fyri meg. Eg veit ikki, hvat hevði verið av mær í dag, um tey ikki høvdu verið hildin, sigur hann
Jógvan kom til umvending sum 30 ára gamal, beint fyri sín fyrsta túr sum skipari.
Hann endar við at siga, at hann er takksamur um, at hann kann vera við til eftir førimuni at boða Guds orð umborð - og soleiðis kann føra tað verk víðari, sum pápi hansara og aðrir við honum hava gjørt gjøgnum árini.