Fjórðingsfinalurnar flaggdagin

Fótbóltur: Flaggdagin verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar, og í gjárkvøldið var lutakast í 3-2 sendingini um, hvussu tey átta liðini skulu hittast.
Tað endaði við, at steypavinnararnir í Víkingi skulu á heimavølli spæla ímóti AB, á niðara vølli í Gundadali verður grannauppgerð millum FC Hoyvík og B36, í Fuglafirði møtast eysturoyarfeløgini ÍF og B68, og EB/Streymur skal á útivøll at møta vinnaranum í útsetta dystinum millum FC Suðuroy og Skála.