Tá Føroyar og Sveis klokkan 19 í kvøld renna inn á gula og bláa hondbóltsvøllin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, er tað fjórðu ferð, at londini hittast í A-landsdysti hjá monnum.
Fyrsti dysturin var spældur fyri yvir 32 árum síðani, tá Portugal hýsti C-HM kappingini. Hetta var í Porto leygarkvøldið tann 27. november í 1976, og tá fingu Føroyar sítt higartil besta úrslit ímóti Sveis, sum vann við einum máli, 21-20, og var á odda 11-9 í hálvleikinum.
Síðani gingu mong ár, áðrenn Føroyar og Sveis aftur møttust á vølli, og tað var í januar mánaði 2001, tá føroyska manslandsliðið eisini var við í einari EM-undankapping. Ta ferðina var avgerð tikin um, at báðir dystirnir skuldu spælast í Føroyum, og teir vóru dag um dag.
Í fyrra dystinum, sum var í Havn fríggjakvøldið tann 12. januar, vann Sveis tepurt við trimum málum, 24-27. Munurin var tann sami í hálvleikinum, tá sveisararnir vóru á odda 14-11.
Dagin eftir, leygardagin 13. januar, hittust liðini so aftur í ítróttarhøllini á Skála, men tá vóru gestirnir nógv betri og vunnu greitt. Tann dysturin endaði 25-18 til Sveis, sum var á odda 15-8 í hálvleikinum.
Nú eru so aftur tveir dystir á skránni ímóti Sveis. Annar verður í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld klokkan 19, og hin verður í sveisiska býnum Appenzell leygarkvøldið klokkan 18, føroyska tíð.