Ikki er tað óvanligt, at seyður leitar sær í fjøruna at eta tara. Mangar eru frásagnirnar um, at seyður er farin líka úr fjallinum oaman í fjøruna at eta tara, og hava menn undrast á, hvussu hann kundi vita, at fjøra var júst tá. Ivaleyst hevði hann skil á sjóvarfallinum, vildi onkur halda.
So vóru tað aðrir, sum hildu, at tað mundi standa heldur smáliga til við tí skilinum, tí ikki var tað so sjálvdan, at hann fløddi út og druknaði.
Hetta kenna vit eisini aftur í skaldskapinum. Eitt nú úr sálminum um seyðamannin hjá Mikkjali á Ryggi, har hann sigur : »Eg títt í fjøru fastur stóð, tín hond meg hevjaði frá flóð«. Jú onkuntíð hevur røktingarmaðurin verið noyddur at bjarga fjøruseyði.
Aðrastaðni í skaldskapinum hjá Mikkjali á Ryggi verður tikið eitt sindur meira háðandi til um fjøruseyðin. Sum tá Havgímur í Brestiskvæðinum ilskast inn á Gøtu Trónd og spyr: »Hví manst tú sum fjøruseyður reika runt við strendur?«
Hesar á Leynasandi høvdu onga orsøk at óttast fyri at fløða út, men fingu onkran góðan bita av taranum, rikin var upp hendan dagin.