Fjala seg í bumbuskýli

Heidi Vinther býr í ísraelska býnum, Maalot, saman við familju síni. Í tveir dagar hava tey hildið til í einum bumbuskýli. Heima í Føroyum sita foreldrini hjálparleys og royna at lata vera við at fylgja við í miðlunum.

Maalot liggur 12 kilometrar frá markinum til Libanon og um 15 minuttir frá Nahariya, sum var fyrsti býurin, sum varð raktur av raktettum frá Hizbollah.
 
Í Maalot eru allir handlarnir, bankarnir og skúlarnir í løtuni stongdir, og flest øll fjala seg í bumbuskýlum, tí tey hava fingið útgongubann:
 
- Heidi og maðurin hava eitt bumbuskýli í kjallaranum í húsum teirra. Tey hava dósamat at liva av, so í løtuni hava tey tað so nøkulunda. Men tey eru sjálvandi bangin, sigur Súni Vinter, sum er staddur í Føroyum, roynir at halda høvdið kalt og at fáa gerandisdagin at ganga sína vanligu gongd.
 
- Vit kenna okkum eitt sindur hjálparleys. Men vit royna ikki at hyggja í sjónvarpið og síggja ræðumyndir har frá, tí tað ger bara støðuna verri, greiðir Súni frá og leggur afturat, at tey sjálvandi tosa við Heidi hvønn dag umvegis telefon:
 
- Av hesum verða vit sjálvandi eitt sindur meira rólig. Tey siga í øllum førum, at tey hava tað gott, hóast tey í heilum hoyra buldur og brak og ikki vita, hvar tað kemur frá, sigur Súni og skoytir uppí, at enn er tíbetur eingin rakett dottin niður í Maalot:
 
- Tað er ræðandi, at rakettirnar nú brádliga kunnu sendast eini 25 kilometrar. Og tað er nógv hættisligari har júst nú, enn tað nakrantíð áður hevur verið.
 
- Sum nú er, ætla tey at verða verandi heima í skýlinum, men um støðan gerst verri, hava tey fingið eina neyðloysn frá myndugleikunum, sum tey kunnu fyrihalda seg til. Og somuleiðis hava tey samband við donsku sendistovuna, sigur Súni at enda.