Fjarðafestivalur so smátt byrjaður

Verkskeið og evnislestur á Fjarðafestivalinum 2010

 

Sum nakað nýtt og spennandi, fer Fjarðafestivalurin í ár, at skipa fyri verkskeiðum og evnislestri. Byrjað varð í kvøld, mánakvøldið 31. maj og hildið verður fram tilmikukvøldið 3. juni, har Símun Absalonsen, Samuel Jacobsen, Jógvan Zachariassen, Ingibjørn Royðutoft og Ásbjørn Berthelsen halda verkskeið og evnislestrar.

Evnini eru sera viðkomandi og spennandi, og fara Símin, Jógvan og Samuel at halda evnislestur um evnini? Kristna heimsmyndin og naturalisma?, Tónleikur og tíðarrák?, og ?Ljóðtøkni?. Verkskeiðini eru ikki minni spennandi, og fara Ingibjørn á Royðutoft o. fl., og Ásbjørn Berthelsen at halda verkskeið í ?Evangelisering? og ?So tað hoyrist og sæst?.

Leygardagin 5. juni verður stórur panelfundur, har umboð fyri kristnu kirkjuna og samkomuna viðgerða støðuna hjá kristindóminum í Føroyum 2010. Á hesum fundinum verður høvi hjá áhoyrarum at seta spurningar til panelluttakararnar.

 

 

Fjarðafestivalurin verður settur hóskvøldið kl. 20.00 av borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen.

 

Meira kunning er at finna á: www.fjardafestival.com