Fjarðastevna: Dystir í hópatali

Ein av teimum ítróttargreinunum sum man hava gjørt vestmenningar mest kendar her á landi er hondbólturin.
Henda ítróttagreinin eigur sjálvandi sín natúrliga leiklut á Fjarðastevnuni. Í roynd og veru verða fyrstu dystirnir longu spældir í kvøld.

Byrjað verður við einum dysti kl. 14 í dag, tá dreingir 14 A hjá VÍF og H71 hittast til dyst. Eftir teir spæla dreingir 16 ár hjá somu feløgum, og soleiðis verður hildið á til út á kvøldið.
Tann mest spennandi dysturin verður uttan iva dysturin leygarkvøldið kl. 19:30, tá bestu mansliðini hjá VÍF og Kyndli spæla móti hvørjum øðrum.
Hetta er í fyrsta lagi ein steypadystur, men í øðrum lagi ein dystur sum vestmenningar vilja gera alt fyri at vinna. Eydnan var líkasum ikki við teimum seinasta vetur, tá teir í roynd og veru hvørki vunnu FM-heiti ella steypakapping.
Ein sigur á havnarliðnum hevði helst ikki verið ringasta byrjanin uppá kappingina komandi vetur!