Fleiri kommunur eru lagdar saman og aðrar eru komnar langt við ætlanini um tað sama. Hvussu verður millum Vestmanna og grannabygdina Kvívík er ilt at siga nakað um enn.
Í øllum førum verður tað ikki lokalpolitikkur sum fer at standa ovast á breddanum seinnapartin sunnudagin, tá ein serstakur dystur verður á skránni.
Tá fara nevniliga bygdaráðslimir úr Vestmanna og Kvívík at spæla móti hvørjum øðrum á plenuni.
Hetta er sjálvandi áhugavert í sjálvum sær, men tað verður uttan iva eisini spennandi at fylgja við, hvussu tað fer at gangast dómaranum í hesum dysti.
Dómari verður nevniliga eingin annar enn landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard sum umsitur kommunumál í Tinganesi.