Fjepparadystur á Manhattan

Føroyskir Tottenham-fjepparar fingu seinasta vikuskifti sítt egna fjepparafelag, og í morgin klokkan 15 verður longu aftur alment tiltak.

Hesa ferð spælir Tottenham móti Newcastle, sum leingi hevur havt egið fjepparafelagið í Føroyum. Hesir halda vanliga til á Manhattan, tá dystir eru, og teir hava bjóðað Tottenham-fjepparunum av, nú dystur verður millum feløgini.

Dysturin verður klokkan 15 í morgin, og so er spurningurin, hvørjir litir verða teir mest eyðsýndu á Manhattan, har dysturin verður vístur á stórskíggja.