Fjepparakapping á Eysturvølli

Meðan enska landskappingin er farin í summarferiu, so spenna føroysku fjepparafeløgini seg veruliga út í hesum døgum í fyrireikingunum til FM fyri ensku fjepparafeløgini.

Tað er fjepparafelagið hjá Chelsea, sum skipar fyri.

Tað er bryggjaríið Okkara, ið stuðlar kappingini, og harav heitið Okkara Fjepparakapping.

Talan er um fyrsta fótbóltskappingin millum ensku fjepparafeløgini í Føroyum, og fer fram verður á Eysturvølli í Tórshavn 30. juni frá klokkan 11:00 og til áleið 15:30. Her verður talan um rimmar tiltak, har møguleiki verður fyri massar av hugna og fótbóltspráti, nú so nógvir fjepparir eru savnaðir á einum stað, sigur Chelsea Føroyar.

Nógv er gjørt burturúr, og spenningingurin er stórur, um tað verður Manchester United, Chelsea, Liverpool, Arsenal, Newcastle, Tottenham ella okkurt heilt annað fjepparafelag, ið stendur eftir við gullinum, og rættinum at kalla seg Føroya meistara.

Okkara Fjepparakapping verður skipað sum ein Cup kapping við 4 bólkum, har vinnarnir av bólkunum koma víðari til semifinaluna. Taparnir av semifinalunum spæla síðani um 3. og 4. plássini og vinnarnir spæla finaluna.?

Høvuðsstuðulin Okkara letur steyp og medaljur fyri 1., 2. og 3. pláss.?

Fyri at dagurin skal vera eyka hugnaligur verður pylsuvognur har, sum fer at selja pylsur, búffar, sunkist, øl og cider fyri ein bíligan penga.?

Øll eru hjartaliga vælkomin og hevði tað verið stuttligt at sæð nógvar fjepparar við Eysturvøllin hin 30. juni, tá ið slagið skal standa.?

Luttakaragjaldið fyri hvørt lið er 300 kr og eru tað 10 fólk á hvørjum liði, og kvinnulið, mannafólkalið og blandað lið kappast øll móti hvør øðrum, sigur Chelsea Føroyar.