Fjepparatiltak til dystin móti Ukreina

Í samband við landsdystin hjá kvinnum móti Ukraina, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 2. september klokkan 18:00, skipar FSF fyri fjepparatiltakið uttanfyri No12, boðar Fótbóltssambandið frá

Í samband við landsdystin hjá kvinnum móti Ukraina, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 2. september klokkan 18:00, skipar FSF fyri fjepparatiltakið uttanfyri No12, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Fríggjadagin 2. september klokkan 18:00 spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum HM-undankappingardyst á heimavølli móti Ukraina. Í hesum sambandi ynskir FSF at bjóða øllum barna- og ungdómsliðum til fjepparatiltak og landsdyst.

 

- Fjepparatiltakið verður á parkeringsøkinum uttanfyri No12, har møguleiki verður at royna seg í ymiskum stuttligum fótbóltsspølum, samstundis sum møguleiki verður at vinna millum annað landsliðstroyggjur, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Eisini verður skipað fyri livandi tónleiki og andlitsmáling, og Landsliðsbúðin verður eisini opin. Í No12 verður møguleiki at keypa tvíflís og djús fyri serprís til tey, sum hava tilmeldað seg.

 

Harafturat skipar Fótbóltssamband Føroya fyri bussflutningi til og frá Tórsvølli fyri tey, ið hava tørv á hesum. Kostnaðurin fyri hvønn persón er einans 90 krónur. Tá er atgongumerki til dystin, tvíflís, djús og møguligur bussflutningur íroknaður. Íroknað kostnaðin er eisini atgongumerki til ein venjara fyri hvørt lið.

 

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 31. august.

 

Skráin fyri tiltakið:

 

Klokkan 16.00 Fjepparatiltak uttanfyri No12 (endar umleið kl. 17:30)

 

Klokkan 18.00 Føroyar – Ukraina á Tórsvølli