Fjølgast væl í Runavíkar kommunu

Magnus Rasmussen heldur, at arbeiðspláss, almenn tilboð og tøk grundstykki eru orsøkin til, at fleiri fólk búgva í Runavík enn nakrantíð fyrr.

Fólkatalið í Runavíkar kommunu hevur ongantíð áður verið so høgt, sum tað er í dag, tí um dagarnar fór tað um tey 3.900, og so mong hava ongantíð áður búð í Runavíkar kommunu.

 

Í 2011 búðu umleið 3.800 fólk í kommununi, men eftir tað minkaði fólkatalið niður aftur á umleið 3.700, men nú hevur talið altso sett met við 3.900 íbúgvum.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, heldur tað ikki vera bara eina einstaka orsøk til, at fólkatalið í Runavíkar kommunu stendur í vøkstri. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Magnus Rasmussen.