Fjøllini dansa í grungi VIP rúmi

Grunge, teenage og ljósareytt er temaið, sum fyriskipararnir av VIP rúminum til Grundina hava lagt seg eftir.

Anný Djurhuus og Emilja Sonne Djurhuus hava í ár ábyrgdina av at pynta og dekorera rúmið hjá tónleikarunum, sum spæla í Grundini á G! festivalinum.

 

- Bárður Næs spurdi okkum, og so søgdu vit sjálvandi ja við tað sama, sigur Anný, ið sæst til høgru á myndini.

 

- Vit báðar skriva fyri ein blogg, ið kallast ’Fjøllini dansa’, og er tað nokk av teirri orsøk, at hann hevur valt at biðið okkum, sigur Emilja.

 

At pynta eitt backstage rúm er kanska eitt sindur lættari sagt enn gjørt.

 

- Tað, sum hevur mest týdning, er, at man finnur ein góðan og gjøgnumførdan stíl. Vit hava valt at taka útgangsstøði í einum sangi hjá Clembut, ið kallast ’Teenage girl’. Tað er, sum tað liggur í navninum, eitt sindur tannáringasligt, men samstundis eisini eitt sindur rátt.

 

- Tingini, ið vit hava pyntað við, hava vit lænt ymsa staðnis frá. Mamma mín eigur ein blómuhandil, so haðani hava vit eitt nú lænt blómur, sigur Emilja.

 

Enn væntar nakað, áðrenn rúmið er heilt liðugt. Men tær báðar genturnar siga, at tær uttan iva verða liðnar við rúmið innan í kvøld, tá fyrsi bólkurin skal brúka tað.