Fjølment vitjan í samband við jarðhitaskipan

Nevndin í Nordisk Ministerråd hevur í dag verið á vitjan í Eysturkommunu í samband við forvitnisliga jarðhitaverkætlan.

 

 

 

Nevndin í Nordisk Ministerråd hevur verið á vitjan í Eysturkommunu seinnapartin í dag. Gestirnir hugdu eftir og vórðu kunnaðir um jarðhitaverkætlanina í Leirvík, sum Nordisk Ministerråd er við til at fíggja.

 

- Nevndin vitjaði fyrst í býráðshúsunum, har Demich hevði framløgu um verkætlanina. Síðan varð farið til Leirvíkar at hyggja eftir, hvussu arbeiðið er sett upp, vita tey í Eysturkommunu at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at arbeiðið at bora verður liðugt í næstu viku, og síðan verður byrjað at grava fyri vatnleiðingum frá boraðu holunum - til skúlan og niðan til eldrasambýlið, Giljagarð.

 

Í hesum sambandi gravaði Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, fyrsta bøkkin í dag. 

 

##med2##

 

- Talan er um eina grøna intelligenta upphitingarskipan, sum kemur at hava framkomna tøkni, ið lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn.

 

Í Eysturkommunu siga tey í dag, at royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el-og upphitingarskipanum.

 

Á myndini oman fyri eru (tilvildarlig raðfylgja) Anders Geertsen frá Nordisk Energiforskning í Danmark, Sigurður Svein Jónsson úr ISOR orkustovninum í Íslandi, Ragnar Ásmundsson frá OS orkustovninum, Johnny Lindstrøm frá Åland Landskapsregering, Klaus Lage Labansen frá Nukissiorfiit í Grønlandi og Michael Guldbæk Kristensen frá Energiakademiet. 

 

Haraftrat eru umboð við frá Umhvørvisstovuni, PB Consult, ið er ráðgevi hjá kommununi - umframt Fríðfinnur Johnsson, sum er ein av stigtakarunum til verkætlanina og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

 


 

 

Per Martin Gregersen, borgarstjóri, við hakanum.