Ferðslan hevur koyrt eftir Fjøruvegnum í nakrar mánaðir, men veðrið hevur forðað fyri almennu handanini.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, er glaður fyri nýggja vegin, sum lættir munandi um ferðsluna.
- Vit vistu, at tá Eysturoyartunnilin læt upp fór, tað at koma eitt stórt trýst á høvuðsvegin við tungari ferðslu, sigur hann.
Økta ferðslan stavar serliga úr norðurøkinum. Hetta er ferðslan, sum áður koyrdi til Norðskála og suðuryvir.
Fjøruvegurin liggur beint oman fyri havnarlagið. Sambært borgarstjóranum órógvar nýggi vegurin ikki havnarlagið, tvørturímóti.
- Vegurin er teknaður, so at hann er ein hjálp til havnarlagið. Fjøruvegurin er partur av miðbýarætlanini. Verkfrøðingar og onnur fakfólk hava arbeitt leingi við hesum, sigur Torbjørn Jacobsen.
Hetta er fyrsti partur av útbyggingini. Fjøruvegurin skal byggjast út frá handlinum hjá Føroya Tele til tunnilsmunnan. Arbeitt verður við tekningunum til hetta vegastrekki.
Fjøruvegurin hevur nógv at siga fyri trivnaðin í økinum.
- Tað er blivið nógv lættari at búgva í býnum, nú treylarar ikki koyra eftir høvuðsvegnum.
Almenna tiltakið í samband við, at Fjøruvegurin alment er tikin í nýtslu, verður í dag, fríggjadagin 16. februar klokkan 15.
Hátíðarhaldið verður við brúnna á nýggja Fjøruvegnum.
Á skránni verður:
- Ítróttafeløg renna stafett
- Fløgg til børnini
- Røða
- Snóraklipping
Aftaná verður kaffi, køkur og okkurt til børnini at fáa í Glyvra skúla.
##med2##