Fjord Line byggir nýtt

Norska reiðaríið Fjord Line hevur nú bílagt tvær nýggjar ferjur, sum skulu sigla millum Bergen og Hirtshals. Ferjurnar, sum verða 170 metrar langar, skulu hava pláss fyri 1.500 ferðafólkum og umleið 600 bilum. Tann fyrra skal latast eigarunum í mars í 2012 og tann seinna í oktober sama ár.

Skrokkarnir verða bygdir á Stocznia-skipasmiðjuni í Póllandi, og skipini verða gjørd liðug hjá Bergen Group Fosen.

Kostnaðurin fyri tey bæði skipini er 206 milliónir evrur, sum svarar til umleið 1,6 milliard norskar krónur, skrivar Aftenposten.