Tað er óhoyrt, hvussu úrslitini hjá KÍ laga seg. Í dag vunnu klaksvíkingar 8-0 á heimavølli ímóti B68. Tá ið tað endaði málleyst millum NSÍ og B68 í Runavík ber tað við sær, at KÍ nú er sjey stig undan greipuvinnarunum í HB.
Tað er ongantíð áður sætt í føroyskum fótbólti, at eitt lið hevur skorað so nógv mál í fýra dystum á rað, sum KÍ nú hevur skorað.
Málmunurin hjá KÍ í fýra teimum síðstu dystunum er 26-0! 5-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, 4-0 á heimavølli ímóti B36, 9-0 á útivølli ímóti 07 Vestur og so í dag 8-0 á heimavølli ímóti B68.
Tað er øgilig kapping um at vera millum teir fyrstu ellivu í Klaksvík. Tað ber við sær, at tað ber til at hvíla onkrar av lyklaspælarunum – eitt nú var Páll A. Klettskarð á beinkinum alla tíðina í dag – og tað ber eisini við sær, at intensiteturin millum teir, sum eru á vøllinum er øgiligur.
Jóannes Bjartalíð, sum var millum teir fyrstu ellivu í dag, skoraði tvey mál, og hini býttu seks ymiskir spælarar millum sín. Millum hesar vóru miðverjarnir Heini Vatnsdal og Odmar Færø.
Toftamenn vístu góðan hugburð, men í dag ráddi tað bara um at avmarka tapið. Tað vóru møguleikar hjá klaksvíkingum at skjóta uppaftur fleiri mál.
KÍ – B68 (5-0)
1-0: Heini Vatnsdal
2-0: Bob Sumareh
3-0: Árni Frederiksberg
4-0: Jóannes Bjartalíð br
5-0: Lars Daniel Bjørkman
6-0: Odmar Færø
7-0: Jasper Van Der Heyden
8-0: Jóannes Bjartalíð
Dómari: Petur Reinert