Fjórði dagur á rað uttan nýggja smittu

Heldur ikki í gjár varð nøkur nýggj koronusmitta staðfest

Mikudagin vóru tríggir nýggir tilburðir av koronu staðfestir, og tá stúrdu myndugleikarnir fyri, at smittan kundi vera komin út í samfelagið aftur. Talan var um bretska frábrigdið av koronu, sum smittar verri enn tað, sum hevur verið vanligt í Føroyum. 

 

Fýra dagar seinni kann staðfestast, at eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur. 

 

Í gjár vóru 382 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Eingin var positiv. 

 

668 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru fimm persónar smittaðir. 100 fólk eru í sóttarhaldi