Fjórði hvør føroyingur verið smittaður við koronu

Higartil hava 13.822 føroyingar verið smittaðir við koronu.

 

Tað er tað sama sum 25,7 prosent. Men bara í ár – í 22 dagar – hava 7.809 fólk verið smittað. Tað er 14,5 prosent.

Fríggjadagin boðaði løgmaður frá, at øll tilmæli verða avtikin, tá næsti mánaður er úti. Tá eru eingi tiltøk ímóti koronu, sum tá skal metast sum ein hvør onnur vanlig krímsjúka.

Seinastu tveir mánaðirnar hevur koronusmittan rættiliga tikið dik á seg, og smittutrýstið fleirfaldað. Sambært hagtølunum í gjár var smittutrýstið komið upp á 15,8 prosent. Seinastu níggju dagarnar hevur tað ligið oman fyri 10. Og miðaltalið fyri smittað um dagin seinastu sjey dagarnar er nú komið upp á 581.

Síðani omikron-brigdið av koronu fór at gera um seg, eru smittutølini fleirfaldað, men talið av sjúkum, sum hava verið innøgd á sjúkrahúsi, hevur verið munandi minni – og av teimum 4.061, sum í gjár vóru smittað við koronu, var eingin innlagdur.

Tilsamans eru 17 fólk í Føroyum deyð við koronu