Fjordlaks-samtakið misti 179 miljónir í fjør

Sjúkur alifiskur og vánalig tøl í Finnmørkini vóru orsøkin til stóra hallið hjá norska samtakinum Fjordlaks-samtakið í Noregi noyddist í fjør at bókføra eitt hall fyri skatt upp á heilar 179 miljónir norskar krónur. Ein stórur partur av vánaliga úrslitinum stendst av VHS-virus í nøkrum av alibrúkunum.

Sambært FiskeribladetFiskaren stóðst mikil øsing av, at eigarin av Fjordlaks, Anders Pedersen, ikki vildi ganga ynskjunum hjá Matvørueftirlitinum um at taka fiskin á møti. At enda kravdi eftirlitið, at samtakið tók fiskin. Hetta hendi í mars í ár, men sum skilst eru stórir partar av missinum tiknir við í roknskapirnar fyri 2007.

- Í tráð við góðan roknskaparanda hevur felagið pr. 31.12.2007 framt roknskaparligar avsetingar til at dekka VHS-málið, sum sagt verður í roknskapinum hjá samtakinum.

Í Fjordlaks høvdu tey væntað, at virus-málið fór at kosta felagnum dýrt, men minni væntandi var, at tað fór at gangast so illa í Finnmørkini, har Tufjordbruket hevði eitt hall upp á 24,6 miljónir krónur og Ingøy Fisk eitt hall upp á 5,2 miljónir krónur.

Samlaða skuldin í samtakinum var við árslok fjør 901 miljónir norskar krónur. Fjordlaks Holding átti bara eina miljón á bók í móti 170 miljónum árið fyri. Eginognin er minkað úr 318 miljónum niður í 185 miljónir norskar krónur.

Tað gongur tískil betri í føroysku alivinnuni í løtuni enn hjá nøkrum av kappingarneytunum í Noregi.

Og so skulu vit bara vóna, at góða og positiva gongdin her heima fer at halda fram, soleiðis at alivinnan kann geva ein part av tí íkasti, sum okkara fiskifloti í løtuni ikki megnar at skapa.