FjúrtAndi septembUr: “Dýrd krossins”

77 (sjeytisjey) ár síðan fólkaatkvøðuna

 

FAGURT DAGSHEITI – FAGUR DAGUR Í 1946: Onkursvegna fánaði fólksins avgerð burtur. Man vera eindømi í okkara parti av heiminum at ógilda eina fólkaatkvøðu, har 67,6% av fólkinum atkvøddu!?!

MÁLSLIG VIÐMERKING: Góðu øll somul! Skrivið nú “septembUr” og ikki ta óføroysku endingina, “septembEr”! og sigið “fjúrtAndi”, ikki tað óføroyska, “fjúrtIndi”! 

UR-ending í teimum 4 mánaðunum: Gott í tykkum, bløðini, bøkurnar, portalarnir, KvF, árskalendarar og øll onnur! Gerið tað til ein vana at skriva UR-ending!

E.S.: Veit ikki, um “tíðarandin” megnar at vera sjálvstýrissinnaður, men eg ynski øllum Føroya fólki ein góðan “fjúrtanda septembur” í ófýsna veðrinum á 77 ára degnum!

Við málkvøðu

Eyðun á Borg

 

á Borg 14/9-2023