Flýddu undan vatnflóð

Ein familja kom illa fyri á eini útferð niðanfyri eina av vatnbrunnunum hjá SEV norðanfyri Vestmanna í summar. Uttan nakra ávaring slepti SEV vatninum úr brunninum.

Ein fagnar summardag í fjør fór ein familja - maður, kona og trý børn - út í nattúruna, at njóta tað góða veðrið. Men útferðin endaði sum ein vát marra.

Tey valdu sær ein blett, beint niðanfyri tann norðasta vatnbrunnin hjá SEV í Vestmanna, Vatnið, tey rópa. Tey vaksnu løgdu seg at sóla sær meðan børnini spældu í nánd.

Knappliga - og uttan nakra sum helst ávaring - verður ein ventilur í byrgingini latin upp og eftir stuttari løtu fossar vatnið í stríðum streymi ímóti teimum.

Har var einki annað at gera enn at renna sum fyri lívinum, og til alla lukku sluppu tey við skrekkinum. Tey fingu bjargað sær úr neyðstøðuni, men sum skilst fór nakað av viðførinum til stroks við flóðini - eittnú soviposar og leikur.


Ongin ávaring


SEV sleppur við jøvnum millumbili vatninum úr Vatninum, sum er ein goymslubrunnur, at taka til, t.d. tá turkur er. Hetta hevur verið gjørt øll árinini. Hvørki ávaringarskelti ella ávaringarskipan eru við byrgingina.

Vatnið verður latið út gjøgnum ein ventil, sum er meiri enn ein metur í tvørmát. Og tá froyðurin stendur út gjøgnum rørið er vandamikið hjá fólki at standa fyri, tí trýstið kann vera stórt.


Fær avleiðingar


SEV-stjórin Klæmint Weihe, sigur, at vatn hevur verið tappað úr ovasta brunninum øll árini uttan trupulleikar, og at vestmenningar hava vitað av hesum.

Um allir vita tað er tó ivasamt. Pápin, sum var við í ferðalagnum, er vestmenningur, var undir øllum umstøðum tikin á bóli.

-Er tað ikki óðamannaverk, at sleppa vatninum úr brunninum uttan nakra sum helst ávaring?

-Tað hevur fungera í 40 ár uttan trupulleikar. Men tá onkur nú ger vart við trupulleikan, so eiga vit at gera nakað við hann, sigur SEV-stjórin.


Ávaringar settar upp


Og sambært SEV-stjóranum verða stig tikin, til tess at forða fyri, at óhappið í fjør summar endurtekur seg.

Klæmint Weihe, sigur, at hann hevur givið boð um at seta upp ávaringarskelti við byrgingina og okkurt slag av ávaringarskipan - helst eitt blinkljós - sum boðar frá, tá SEV opnar ventilarnar.

Hinvegin verður ikki talan um at avbyrgja vegin fyri almennari ferðslu, sigur SEV-stjórin.

Eitt hálvt ár eftir dramatisku hendingina við Vatnið í fjør summar eru framvegis eingi ávaringarskelti ella ávaringarskipan sett upp við SEV-brunnin.

-Kunnu vit rokna við at hetta verður gjørt áðrenn ferðafólkini koma í summar?

-Tað haldi eg. Tað rokni eg við, sigur Klæmint Weihe.

Familjan, sum var fyri óhappinum við Vatnið kærdi hendingina fyri SEV í september í fjør og tey fingu svar aftur í oktober.

Familjan vil ikki gera viðmerkingar til málið. Tey meta málið sum liðugt frá teirra síðu.