Danska poppstjørnan, sum fekk Vágsbø upp at kóka til Summarfestivalin í ár, hevur í dag givið enn eina fløgu út.
Rasmus Seebach fær ivasom ummæli frá donskum tónleikaserfrøðingum, sum halda, at sangarin ikki hevur megnað at bjóða fjepparum nakað nýtt. Teir 12 sangirnir líkast nógv tí, sum vit áður hava hoyrt frá honum, halda ummælarar.
Men kortini er Rasmus Seebach ógvuliga nøgdur við úrslitið.
Hann sigur við danska tónleikablaðið Gaffa, at hann er sera errin av úrslitinum. Hann er eisini sannførdur um, at hann ikki kundi gjørt ein betri fløgu, enn júst hesa.
-Eg siti eftir við einari frálíkari kenslu av, at fløgan er framúr góð, sigur Rasmus Seebach við Gaffa.
Poppstjørnan hevur nógv at liva upp til, tí undanfarna fløga hansara var á tremur við løgum, sum í dag eru at meta sum fólkaogn.
Fløgan hjá Rasmus Seebach kom á marknaðin í dag.