Samrøða
Heini í Skorini
[email protected]
Lívsins skuggasíða er hennara starv. Deyði, sorg, vónloysi og meiningsloysi eru nakrar av gerandisavbjóðingum hennara. Og henni dámar væl, hóast tað mangan er tungt. Og hóast hon av og á kennir seg hjálparleysa.
- Hvussu kann ein t.d. hjálpa tveimum foreldrum, sum júst hava mist sítt elskaða barn? Hvussu skal ein styðja tey avvarðandi, eftir at ein familjulimur hevur tikið sítt egna lív? Hvussu skal ein hjálpa einum óttafullum menniskja á deyðastrá? Mín uppgáva er ikki at fáa sorgina at hvørva – tað er jú ógjørligt – men at rúma hana og hjálpa teimum avvarðandi at liva við sorgini, sigur Kathrina Lindenskov Joensen, sum í summar flutti til Føroya at undirvísa og starvast sum privatpraktiserandi sálarfrøðingur. Serøki hennara er sorg og kreppa í sambandi við deyða.
Tungar lívstreytir
Í starvinum hjá Kathrinu eru teir størstu og tyngstu tilveruspurningarnir ein ævigur fylgisveinur. Og hon dylur ikki fyri, at tá tú arbeiðir við sjúku og deyða og gerst partur av teimum tyngstu lagnunum, gerast spurningarnir eisini nógvir. Fyri hennara klientar, men sanniliga eisini fyri hana. Hvaðani koma vit? Hví eru vit? Og hvar fara vit?
Kathrina sigur, at hesir spurningar gerast átrokandi, tá menniskjan stendur andlit til andlits við deyðans veldi. Við óttan. Óvissuna. Og tað dulda. Og sjálv upplivdi hon hetta, tá bróðir hennara fyri fýra árum síðani tók lívið av sær.
Spurd, hvussu hon sjálv fyriheldur seg til lívsins stóru dulsmál, drálar Kathrina eina løtu, áðrenn orð verða sett á hugsanirnar.
- Altso, eg havi eingi svar uppá teir stóru spurningarnir um Gud, uppruna ella lív eftir deyðan. Tað er og verður ein óvissa. Men lívsáskoðanarliga standi eg helst á einum eksistentialistiskum grundarlagi. Lívið er ein møguleiki, okkum er latið í hendur. Vit hava fingið eitt frælsi, sum vit onkursvegna mugu royna at umsita. Men samstundis eru vit undirgivin nakrar eksistentiellar fortreytir, og tað er hetta, sum summi menniskju ikki megna. Og sum er ein høvuðsavbjóðing hjá okkum menniskjum. At góðtaka óvissuna. At liva við óttanum. At finna meining í meiningsloysinum. At koma til sættis við, at vit ikki eru harrar yvir øllum, sigur Kathrina.
Í hesum høpi nevnir hon fýra grundfortreytir, sum øll menniskju til allar tíðir standa yvirav: Deyðin. Einsemið. Frælsið. Og meiningsloysið.
- Grundleggjandi eru øll menniskju einsamøll, tí eingin kann taka mína sorg, sjúku ella hugsanir frá mær. Eingin kann “avloysa” meg eina løtu, so eg fái ein steðg frá mínum lívi. Og eg upplivi mangan, at fólk, sum liggja á deyðastrá, kunnu seg einsamøll, hóast øll tey avvarðandi eru til staðar. Grundleggjandi hevur tú bert teg sjálvan, og tað kann vera tungt, sigur Kathrina.
Og tá klientar koma á gátt, sum júst hava upplivað, at sjúka ella vanlukka hevur tikið lív, er tað heila jú myrkt og meiningsleyst.
- Tá er mín uppgáva at rúma teirra meiningsloysi og hjálpa teimum at rúma tað. At finna og røkka tey menniskju, sum skulu liva við sorgini, sigur hon.
Sum sálarfrøðingur tekur amboðskassin hjá Kathrinu við øðrum orðum útgangsstøði í tí lívinum, vit liva her og nú. Og tað, sum kemur aftaná lívið ella var áðrenn lívið, ger Kathrina seg ikki klókan uppá.
- Tá kemur prestur inn í myndina, heldur hon smílandi fyri.
Ræðandi frælsi
Høvuðsboðskapurin í eksistentialistisku heimsmyndini snýr seg um tað frælsi, menniskja hevur fingið – ella er dømd til. Og studiið um, hvussu menniskju velja at nýta sítt frælsi, upptekur Kathrinu.
- Størsti trupulleikin hjá summum menniskjum er, at tey tilvitað ella ótilvitað ikki duga at umsita sítt frælsi. Tey tora ikki at taka ábyrgd og fáa tamarhald á egnari lagnu. Og so fer tað óttafulla menniskja at flýggja. Frá frælsinum. Ábyrgdini. Og sær sjálvum. Og avleiðingarnar av einum slíkum eksistensformi kunnu vera skaðiligar, sigur Kathrina.
Men hvussu flýggja menniskju frá sær sjálvum? Hvat eyðkennir eitt menniskja, sum ikki torir at vera frítt?
- Frælsi er ræðandi og vandamikið fyri mong. Og tí tora vit ikki at vera frí og leita okkum í staðin til alskyns myndugleikar at fortelja okkum, hvussu vit skulu liva okkara lív. Vit kunnu t.d. flýggja til átrúnað. Til materialismu. Til alkohol ella rúsevni. Ella til okkurt heilt annað. So leingi vit fáa avreitt okkara frælsi og sleppa at plasera ábyrgdina onkra aðrastaðni enn hjá okkum sjálvum, greiðir Kathrina frá.
Hesin klassiski problematikkurin í ekstistentiellari tankagongd skal sambært Kathrinu ikki undirmetast. Sterkar kreftir eru uppá spæl, tá menniskja fer at flýggja. Tá menniskja ikki torir at standa við evstu ábyrgdini. Tá menniskja finnur sær alibi og umberingar fyri ikki at fyrihalda seg til lívið og treytir tess.
- Modernaða menniskja tolir illa at liva við óvissuni um, hvat tað heila snýr seg um. Tað megnar illa at liva við einum “kanska”. Og tí kann tað vera trupult yvirhøvur at vera eitt menniskja, sigur Kathrina Lindenskov Joensen.
Kristus og hin veiki
Men hevur trúgvin á tað yvirnatúrliga so ongan leiklut í hennara lívi sum sálarfrøðingur og privatpersónur? Er óvissan nøktandi, tá deyðin aftur vitjar? Tá Kathrina aftur má í arbeiðsklæðini at linna um sorgina?
- Altso, tá eg eri til arbeiðis, snýr tað seg bara um klientin. Hann definerar veruleikan, og alt, sum hevur týdning fyri hann, skal tí nýtast konstruktivt. Trúgvin á Gud kann í hesum høpi vera ein konstruktiv megi fyri eitt menniskja, sum ikki hevur tað gott. Minnist einaferð ein fýra ára gamlan drong, sum hevði krabbamein og lá til tað seinasta. Hann doyði í trúnni á, at hann í himni fór at fáa sín yndisrætt til døgurða hvønn tann einasta dag, minnist Kathrina aftur.
Fyri henda drongin var trúgvin eitt konstruktivt mentalt tilfeingi, men fyri onnur er tað øðrvísi. Mong menniskju, hvørs dagar nærum eru taldir, stríðast við skuldarkenslu yvir fyri Gudi og menniskjum.
- Mær tykir synd í teimum, sum liggja og óttast dóm og revsing. Tá er trúgvin ikki nøkur positiv megi, men heldur eitt oyðileggjandi element fyri sálarstøðuna hjá viðkomandi, sigur Kathrina.
Sjálv uppfatar hon seg sum kristna og sigur, at fyri hana er kærleiksboðskapurin sentralur. Hon trýr á kristindómin “sum eina menniskjansliga forteljing”, sum hon sjálv málber seg, og hon sigur seg finna vakrar tankar í kristindóminum.
- Søgan um, tá Jesus hongur á krossinum og rópar eftir faðiri sínum, er jú tann ultimativa identifikatiónin við tað einsamalla og niðurundirkomna menniskja. Og tað er hesin boðskapurin um næstrakærleika og identifikatión við tey veiku og einsomu, sum vit í nógv størri mun eiga at dyrka sum kristin, endar Kathrina Lindenskov Joensen.
Myndatekstur:
- Søgan um, tá Jesus hongur á krossinum og rópar eftir faðiri sínum, er jú tann ultimativa identifikatiónin við tað einsamalla og niðurundirkomna menniskja. Og tað er hesin boðskapurin um næstrakærleika og identifikatión við tey veiku og einsomu, sum vit í nógv størri mun eiga at dyrka sum kristin, sigur Kathrina Lindenskov Joensen, sálarfrøðingur
Fakta
Kathrina Lindenskov Joensen.
Fødd 1962.
Útbúgving: Sjúkrarøktarfrøðingur í 1989. Sálarfrøðisligt embætisprógv frá Danmarks Pædagogiske Universitet 2004. Tvey ára terapeutiska eftirútbúgving innan “Sorg og Kreppu” 2001.
Arbeiðsroyndir: Lærari á Sjúkrarøktarfrøðingaskúla Føroya síðani mei 2006.
Ráðgevi í Kræftens Bekæmpelse síðani 2002.
Professionellur back-up í Unge og Sorg frá 2003.
Avloysari fyri leiðara í Ronald McDonald Hus frá 2003. Eitt hús, har foreldur og sysktin, ið hava álvarsliga sjúk børn, kunnu búgva.
Sjúkrarøktarfrøðingur frá 1989 til 2003 við serligum atliti til krabbamein.
Undirvísari og ráðgevi í smb. við sorg hjá børnum og ungum tey seinastu 10 árini.
Religión og modernaða menniskjað
Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er sætti partur.