Wired Up 2
nú er Wired Up 2 komin á marknaðin. Wired up er ein savnsfløga við bólkum, ið spæla harðari tónleik.
Á fløguni eru 20 skeringar við bólkum sum Linkin Park, Nickelback, Staind, Papa Roach, The Calling, P.O.D, Alien Ant Farm, Silverchair og Goo Goo Dolls.
Sangirnir eru nakrir av teimum, sum hava verið at hoyrt hjá bólkunum seinastu árini.
Nirvana
so eru menninir úr Seattle aftur við eini fløgu. Sjálvt um forsangarin, Kurt Cobain, er deyður, so hevur bólkurin, Nirvana, nú latið eina savnsfløgu av hondum. 15 skeringar eru á fløguni. Og eru øll løgini nøkur av teirra kendastu. NEvnast kunnu millum annað About a Girl, Smells Like Teen Spirit, Rape Me og Where Did You Sleep Last Night.
Eisini er ein spildurnýggjur sangur á fløguni. Talan er um You Know You´re Right og hann er ongantíð útgivin áður.
E.T
E.T hjá Steven Spielberg er nú endurúgivin á dvd. Hann er mastraður av nýggjum, umframt at við eru nógv ymiskt eyka tilfar, og eisini eru nógvar scenur við, sum ongantíð eru vístar áður.
E.T vann fýra Oscars og tvær Golden Globe viðrislønir ? millum annað fyri besta film.
Klassikarin er nú komin út aftur. Um tað lítla burturvilsta rúmdardjkórið, sum er tríggjar milliónir ljósár heimanifrá.
Hetta er ein serlig 20 ára jubileumsútgáva í sambandi við, at 20 ár eru liðin síðani filmurin fyrstu ferð var at síggja.
The Last Castle
Tað er bæði stjørnudust og ótrútligt action, tá Oscar vinnarin, Robert Redford setur seg upp ímóti einum fongsulsstjóra í hesum aktion-thrillaranum. Hann tænti landi sínum og gjørdist ein hetja. Hann gjørdi eitt mistak og bleiv til ein fanga. Generalurin Eugene Irwin vil bara sita revsingina út ? inntil hann uppdagar nakað sjokkerandi: hinir fangarnir verða allir dripnir ? ein fyri ein. Nú má Irwin taka leiðsluna eina seinastu ferð og savna fangarnar saman í einum bardaga fyri at vinna yvir eini brutalari og korruptari skipan og vísa heiminum sannleikan.