Fløgurok undan jólum

Plátufeløgini Tutl og 3-arin útgeva tilsamans 12 fløgur áðrenn jól. Fløgurnar spenna víða ? frá hørðum rocktónleiki til klassiskan tónleik

Seinastu vikurnar áðrenn jól verða í minsta lagi 12 nýggjar føroyskar fløgur at finna á hillunum í fløgusølunum.

Og bæði ung sum eldri kunnu ynskja sær ein digitalan pakka undir jólatræið, tí útgávurnar spenna víða.

Plátufelagið Tutl fer at ríka føroyska fløgumarknaðin við átta nýggjum fløgum, og tann fyrsta av hesum er longu komin. Tað er fløgan hjá Kristinu Heldarskarð, sum kom út fyrr í mánaðinum. Hetta er ein løtt poppfløga, sum helst tiltalar til tey tilkomnu líka so nógv sum tey ungu.

Men Tutl bjóðar eisini eina fløgu til tey, sum dáma harðan rocktónleik. Gulli Johansen úr Klaksvík er aftur klárur við eini andaligari rockfløgu undir navninum Internal Healing. Tann fyrra fløgan við Internal Healing er nakað av tí harðasta tónleikinum, sum er komin á føroyskum. Gulli Johansen hevur sítt egna studio í Klaksvík, og tað er har, at hann upptekur allan tónleikin hjá sær.

Eyðun Andreasen stendur fyri eini fløgu við føroyskum dansi, og hendan mergjaða útgávan verður helst løgd undir okkurt jólatræið, hóast tað ikki akkurát er føroyskur dansur, sum vanliga verður dansaður rundan um grangreinarnar.


Tvær savnsfløgur

Á tí meira mentaða frontinum verða tvær útgávur at flokkast um. Onnur er við feðgunum Kristiani og Mikael Blak, sum spæla egin verk á klaveri og bassi. Hin fløgan er við kenda danska klaverspælaranum Alice Testrup, sum spælir verk hjá Debussy á nýggjari fløgu, sum Tutl skal geva út.

Børnini sleppa eisini upp í part hjá Tutl. Fløgan við heitinum Mánadags Mortan verðu stílað til tey smáu, og tað er Jens Mortan Mortansson, sum stendur fyri hesi útgávu. Yrkingarnar hevur Alexander Kristiansen gjørt.

Og seinastu tvær fløgurnar hjá Tutl verða trúgvar móti tíðarandanum. Tað eru nevniliga savnsfløgur, har Tutl fer at savna nakað av tí best umtókta, teir hava latið úr hondum. Í ár koma tvær savnsfløgur, sum eru doyptar Gull 2000. Onnur er við popp- og rocktónleiki, og hin er við fólka- og spælimanstónleiki. Næsta ár koma tvær slíkar fløgur afturat, og tær verða við øðrum sjangrum.


Fýra frá 3?aranum

Hin stóri útgevarin av tónleiki í Føroyum er 3?arin, og teir geva fýra fløgur út, nú jólasølan fer at koma fyri seg.

Størstu nøvnini millum teirra útgávur eru ivaleyst Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen, sum fyri fyrstu ferð hava gjørt ein fløgu í felag. Teir báðir popparnir hava spælt nógv saman, bæði í Frændum og í øðrum høpi, og nú hava teir upptikið tónleik til nýggja fløgu. Á fløguni hjá teimum verður melodiøsur popptónleikur, og útgávan verður trúgv móti tí tilfarinum, sum teir báðir sangskrivarnir áður hava latið frá sær. Tað skuldi í sær sjálvum boðað frá onkrum hitti.

Fløgan hjá gospelbólkinum úr Klaksvík, I am, hevur leingi verið á veg, men nú lovar 3?arin, at hendan fløgan verður at fáa í jólasøluni kring landið. Fløgan hjá I am er rocktónleikur av tí lættara slagnum og við einum andaligum boðskapi sum reyðum tráði.


Steintór ger barnafløgu

Magni Christiansen hevur aftur verið í upptøkuhølunum, og hann verður á skránni við eini nýggjari countryfløgu, har boðskapurin eisini er andaligur. Fyrra fløgan hjá Magna seldi nógv eintøk, og hann vann sær eisini pláss millum kvøðuljómaslagarnar í ÚF.

Børnini sleppa eisini at spæla við hjá 3?aranum. Jensina Olsen stendur fyri einari barnaútgávu, sum hevur fingið navnið Grísaflísa-Pætur. Tað eru yrkingar hjá Alexander Kristiansen, sum Knút Olsen hevur sett løg til.

Umframt fløgurnar hjá Tutl og 3?aranum kemur helst onkur onnur útgáva eisini. Ein slík er ein barnaútgávu úr Klaksvík. Tað er Steintór Rasmussen, sum í hesum døgum samskipar seinasta partin av upptøkunum til ein barnafløgu, har hann hevur gjørt meginpartin av tilfarinum. Saman við hesi fløgu kemur eisini eitt videoband út, og upptøkurnar til hetta bandið eru gjørdar í Klaksvík farnu tvær vikurnar.