Fimm tær bestu
Nú árið 2005 er um at vera runnið, gera vit fløgusøluna upp. Føroya størsti fløgu handil 3-arin í SMS hevur hvørja viku ein lista yvir mest seldu fløgurnar. Í Planet blaðnum hava vit fylgt við í hesum lista, og eisini á planet.fo er listin viðgjørdur hvørja viku. Í dag hyggja vit at, hvørjar fløgur hava selt mest í 2005, sambært sølutølunum hjá 3aranum.
Hetta hevur verið eitt frálíkt føroyskt tónleikaár, við hópin av festivalum og væl vitjaðum konsertum kring allar Føroyar. Eisini eru hópin av nýggjum og spennandi bólkum byrjaðir at gera um seg. Framstigini í føroyskum tónleiki síggjast eisini aftur í sølutølunum, har føroyskar fløgur eiga øll tey fimm ovastu plássini. Einastu útlendsku fløgurnar, ið eru við millum tíggju tær ovastu, eru Now 14 og 12, á sætta og níggjunda plássi. Av føroyskum fløgum, ið teljast millum tíggju tær mest seldu, uttan at sleppa upp í part millum fimm tær bestu, eru Dynamit, Annika Hoydal og 200.
1. Kim Hansen Alt
Á fløguni Alt savnar ein tann best umtókti føroyski tónleikarin og sangarin Kim Hansen alt, ið hann hevur innspælt á eini fløgu. Fløgan er vorðin fólkaogn, eins og nógv av løgunum hjá Kim eru vorðin tað. Fløgan lá í nógvar vikur ovast á sølulistanum og var fastur gestur í ovaru helvt á listanum í fleiri mánaðir. Hetta er nóg mikið til at gera fløguna til mest seldu fløguna í ár.
2. Ymisk - Popplist 4
Fjórða fløgan í røðini av popplist fløgum hjá 3aranum og TUTL eitur Popplist 4. Fløgan er á tremur við góðum føroyskum løgum, harav eru nógv ikki útgivin áður, løg sum Forever and Beyond hjá Makrel, Eitt veittiii hjá Orkestriiinum her Vestriii, For lekkur til prixið hjá Jan og Jákup.
og They did you wrong hjá Eyð Berghamar Jacobsen. Hetta hevur verið við til at leggja fløguna ovast á sølulistan í nógvar vikur og at gera hana til næst mest seldu fløgu seinasta árið.
3. Ólavur á Váli Lívsins Land
Ólavur á Váli andaðist 19. februar í ár. Í sambandi við føðingardagin, tá hesin fjølbroytti listamaðurin hevði verið 50 ár í august, gav Evangeliska Røddin út fløguna Lívsins Land, ið er ein savnsfløga við sangum, ið Ólavur syngur einsamallur og saman við eitt nú Nicodemussangbólkinum, Dupultkvartettini og á Váli familjuni. 14 av sangunum eru ikki givnir út áður. Fløgan lá í fleiri vikur ovast á sølulistanum hjá 3aranum og er nógv mest selda fløgan hjá Evangelisku Røddini nakrantíð. Á sølulistanum fyri 2005 liggur Lívsins Land á 3. plássi.
4. Poppkorn Poppkorn
Gentubólkurin av Sandi, Poppkorn góvu sína fyrstu fløgu út fyrst í desember mánað, men longu nú er fløgan hjá bólkinum 4. mest selda fløga á árinum, so hon hevur ivaleyst ligið undir mongum jólatræið í ár. Poppkorn spældu fyrstu ferð á MjúS festivalinum á Sandi, síðan tá hevur bólkurin ment seg nógv og hevur spælt á nógvum konsertum. Lagið Sjeikurin hevur ligið ovast á 15 teimum bestu í nakrar vikur, og tær eru alsamt vorðnar eitt størri navn á føroyska tónleikapallinum. Við royndum og dugnaligum monnum, sum Kára Jacobsen og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Ey?finn Jensen"$?$end$!$Eyðfinn Jensen</st1:PersonName$?$end$!$ aftan fyri seg er talan um eitt væl gjøgnumført popp konsept.<BR>
5. Árni og Marner Andaligir sangir
Brøðurnir Árni og Marner Andreasen eru best kendir innan dansitónleik og úr kultbólkinum Black Birds, men á fløguni Andaligir sangir er dansigólvið skift út við útimøtið, tí her tolka teir klassisk útimøti løg hjá Frelsunnar Herinum. Teir hava rakt føroyska marknaðin beint á nøsina, og eiga 5. mest seldu fløguna á árinum í 3aranum. Tað tykist sum um alt, ið Árni og Marner nema við verður eitt hitt.