Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur somuleiðis tikið avgerð um at býta samlaðu verkætlanina sundur soleiðis, at arbeiðið við leinging av lendingarbreytini og víðkan av trygdarøkinum og útbygging av terminalinum verða framd hvør sær. Arbeiðið við leinging av lendingarbreytini og víðkan av trygdarøkinum verður sett í verk fyrst, meðan arbeiðið við útbygging av terminalinum verður sett í gongd seinni, hetta soleiðis, at tey størru flogføruni, sum ætlanir eru um í framtíðini skulu flýgva til Føroyar, kunnu lenda.
Útboðið av uppgávuni at gera projektuppskot, forprojekt og detailprojekt viðvíkjandi leinging av lendingarbreytini og víðkan av trygdarøkinum á flogvøllinum í Vágum bleiv lýst almennt leygardagin tann 28. mars 2009. Útboðið av projekteringsarbeiðinum verður lýst alment bæði í Føroyum, Danmark, Noregi og Íslandi.
Útboðið av projekteringsuppgávuni fevnir um seks alternativar loysnir, sum nevndin seinni skal velja ímillum tá ið meira nágreiniligar kostnaðarmetingar og metingar av flogtekniskum viðurskiftum fyriliggja.
Hesar eru: ??
1. Leinging av vølli til 1600 metrar og víðkan av trygdarøki norðanfyri vøllin frá 75 metrum til 150 metrar ?
2. Leinging av vølli til 1600 metrar og víðkan av trygdarøki sunnanfyri vøllin frá 75 metrum til 150 metrar ?
3. Leinging av vølli til 1600 metrar og víðkan av trygdarøki á báðum síðum av vøllinum frá 75 metrum til 150 metrar ?
4. Leinging av vølli til 1799 metrar og víðkan av trygdarøki norðanfyri vøllin frá 75 metrum til 150 metrar ?
5. Leinging av vølli til 1799 metrar og víðkan av trygdarøki sunnanfyri vøllin frá 75 metrum til 150 metrar ?
6. Leinging av vølli til 1799 metrar og víðkan av trygdarøki á báðum síðum av vøllinum frá 75 metrum til 150 metrar ??
Freistin at lata inn boð uppá projekteringsuppgávuna er sett til 11. mai 2009. ??
- P/F Vága Floghavn hevur stórar vónir um, at tað, at bjóða eina slíka uppgávu út í fríari kapping í og uttan fyri Føroyar, bæði fíggjarliga og hvat tekniskum loysnum viðvíkir, fer at verða til fyrimuns fyri felagið og harvið tey, ið nýta flogvøllin. Miðjað verður eftir, at projekteringsráðgevin verður valdur áðrenn endan av mai 2009, og at projekteringsarbeiðið og útboð av byggiuppgávuni verður liðugt miðskeiðis í decembur 2009, soleiðis at byggifyritøka kann veljast umleiði ársskifti 2009/10.
Miðað verður framvegis ímóti, at longdi flogvøllurin stendur liðugur miðskeiðis í 2011, sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna í Vága Floghavn.