Danskir myndugleikar boða nú frá, at føroyska loftrúmið er opið aftur í kvøld klokkan 22.
Sostatt verður flúgvingin tikin uppaftur tá.
Flogið verið soleiðis:
RC450 til Keypmannahavnar væntast at fara kl 2200
RC456 til Keypmannahavnar væntast at fara kl 2230
RC470 til Billund væntast at fara kl 2245
RC451 úr Keypmannahavn væntast at fara úr Kastrup kl 2045 danska tíð.
RC401 til Reykjavíkar er avlýstur. Væntandi verður flogið í morgin.
Ferðafólk verða biðin um at fylgja við inni á www.atlantic.fo