Atlantsflog kemur nú við dagføringum til flogferðsluna, sum er órógvað av verðrinum:
Flogfarið úr Keypmannahavn RC 461 væntast at fara kl 23.55 lokala tíð og koma í Vágar klokkan 01.20 føroyska tíð.
Hetta flogfarið ætlast at fara avstað aftur til Keypmannahavn sum RC 454 klokkan umleið 02 í nátt føroyska tíð.
Ferðafólkini umborð á RC 457 úr Keypmannahavn ætlast at flúgva heim úr Keypmannahavn klokkan 06.10 lokala tíð. Flogfarið væntast í Vàgar klokkan 07.30.
RC 471 fer úr Billund kl. 00.30 danska tíð og væntast í Vágar klokkan 01.35.
Billund flogfarið fer úr Føroyum og niður aftur til Billund og Keypmannahavn sum RC 470 klokkan 02.15 føroyska tíð.
Fráferðin til Aalborg við RC 480 verður seinkað trý korter til kl. 08.15. Hetta flogfar flýgur umvegis Norra við ferðafólkum til Stord.
RC 453, sum liggur nátt í Keflavík, kemur aftur í Vágar í morgin árini klokkan 10.30, sum RC 2453.
Tað hevur við sær, at flogferðslan mánadagin 1. juli til London Gatwick (RC RC 410 og RC 411) verður seinkað til umleið klokkan 11 og Billund flogfarið (RC 470 og RC 471) verður somuleiðis seinkað í morgin.
Tað verða helst eisini seinkingar á flogførunum til Bergen og Reykjavíkar mánadagin 1. juli.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, sum kunnu koma í, tí flogførini annahvørt ikki kunnu lenda ella størri seinkingar koma í. Hetta verður loypandi dagført á heimasíðu okkara.