Flúgvandi Take Off

Føroyskur popp- og discotónleikur ljómar í Føroyingahúsinum, tá ið Take Off stendur á plakatini. Føroyingar nýta høvið til at hittast í hugnaligum selskapi og fáa góðan tónleik at dansa til

Jonhard Hammer
???????????????


Keypmannahavn: Føroyingahúsið í Keypmannahavn er miðdepil fyri nógv føroysk tiltøk í danska høvuðsstaðnum, og soleiðis er eisini hetta kvøldið, nýggj samgonga er skipað í Føroyum.
Tað er neyvan nakar, sum hugsar stórvegis um søguliga dagin í føroyskum politikki, og tey, sum hava ein feril av politikki í tonkunum, tá ið tey fara í Føroyingahúsið, gloyma tað skjótt í svingandi rútmunum hjá føroyska poppbólkinum Take Off.
Væl smurdi bólkurin spælir til dans, og teir spæla bæði sangir, sum teir sjálvir hava gjørt, og sangir hjá øðrum.
Flúgva til framførslu
Take Off er vanliga mannaður við trimum føroyingum og tveimum dønum, men hetta kvøldið er bara ein danskur tónleikari við í bólkinum.
Gittarspælarin Jønne hevur eina aðra tónleikaliga uppgávu, og tí hevur bólkurin sett boð eftir einum ungum tónleikara úr Føroyum. Tað er Sveinur Dam, sum hetta kvøldið slær á teir seks streingirnar til melodiøsa popp- og discotónleikin hjá Take Off, og hann er flogin niður sama dag.
Tað er ljómborðsspælarin og blásarin Ólavur Olsen eisini.
Hann var eymur sum keyboardið hjá sær, og hann ansar væl eftir, tá ið lastamenninir skulu fáa ljómborðið hjá honum upp í flogfarið hjá Atlantic. Og tá ið flogfarið hevur lent í Keypmannahavn, fær hann ljómborið borið upp, so hann sjálvur sleppur at draga tað ígjøgnum móttøkuhølini.
Århus er miðdepil
Take Off er í ein útisetabólkur. Tað vóru føroyingar í Århus, sum settu gongd á tónleikaliga samstarvið í bólkinum, og teir tríggir, Hans Petur í Brekkunum, Charlie Simonsen og Ólavur Olsen, spælir framvegis allir í bólkinum.
Hans Petur og Charlie búgva framvegis í Århus, og tað gera teir báðir donsku tónleikararnir í bólkinum somuleiðis. Fimti limurin er fluttur heim, men tað ber væl til at mobilisera allar kreftirnar til tiltøk í Føroyum og Danmark.
Í fjør kom Take Off við síni fyrstu fløguútgávu, sum teir kallaðu »Blandað bomm fyri rest«. Tónleikin tóku teir upp í Århus, og sangirnar skrivaðu teir sjálvir.
Nakað serligt
Take Off spælir melodiøsan popptónleik, men teir blandað nógv discotónleik upp í poppin, so tað bæði svingar og bankar, tá ið teir pumpa við øllum ventilum.
Sangarin Hans Petur í Brekkunum og ljómborðsspælarin Ólavur Olsen hava báðir konservatoriútbúgving, og teir eru báðir blásarar. Teir brúka hornini hjá sær í tónleikinum hjá Take Off, og tað gevur tónleikinum hjá bólkinum nakað serligt. Teir ljóða ikki sum nakar annar føroyskur bólkur, og tá ið teir tríva í góðar, gamlar discotravarar, er tað framúr.
Men sangirnir, sum teir sjálvir hava skrivað, standa eisini mát til dansigólvið, og tey góðu løgini og væl skipaði tónleikurin er ein fragd fyri oyrað.
Hitta fólk
Eitt slíkt tiltak í Føroyingahúsinum savnar nógv fólk, og tað eru ymisk fólk. Fólk í leiðandi størvum eru komin í húsið, og nógv ungfólk eru eisini komin á gátt. Føroyingar, sum eru í staddir í Keypmannahavn í ørindum, nýta slíkt gylt høvi til at hitta útisetar og hugna sær við góðum tónleiki og selskapi.
Og prátið gongur lívliga ? men kanska ikki so nógv um nýggju samgonguna heima í Føroyum...