Ein svensk kvinna átti barn í einum flogfari í ellivu kilometra hædd. Tað gevur barninum eyka rættindi Finnair-flogfarið var á veg úr Bangkok til Stockholm, tá svenska kvinnan átti. Alt gekk væl.
Tá kvinnan átti, var flogfarið ellivu kilometrar uppi yvir Kasakhstan, og svensku myndugleikarnir hava tí skrivað í føðibrævið, at barnið er borið í heim í Kasakhstan, skrivar finska blaðið Helsingin Sanomat.
Tað hevur fingið myndugleikarnar í Kasakhstan at boða frá, at tað lítla barnið fær ríkisborgararætt har - hóast tað kom í verðina 11 kilometrar uppi yvir landinum.