Fløskan bjargaði japanskum sjómanni

Hvussu heppin hevur ein loyvi at vera? Ein japanskur sjómaður datt fyri borð av tangaskipi, men varð bjargaður av eini tómari plastikk-fløsku ið fleyt sum rusk í sjónum. Ein 28 ára gamal japanskur sjómaður fer helst at hugsa seg tvær ferðir um, áðrenn hann næstu ferð fer upp á lúnningina at kasta sær á vatninum.

Tað var júst soleiðis sum hann kom illa fyri, tá hann í farnu viku datt fyri borð nakað langt úr landi har norðuri í Japan.

Hann hevði ikki bjargingarvest uppi á sær, tá óheppið hendi, og hann yvirlivdi bert teir komandi 10 tímarnar í sjónum vegna flótandi rusk.

Stutt eftir at hann var farin fyri borð kom ein tóm 2-litur plastikk-fløska framvið honum. Sjómaðurin helt fast í hesa, og uppdriftin var nóg stór til at hann helt sær flótandi teir næstu 10 tímarnar, inn til hann varð funnin.

Orsakað av myrkri funnu teir ikki fram til mannin beinanvegin. Ikki fyrrenn morgunin eftir kann eitt fiskiskip mann við teirri tómu fløskuni undir arminum, 11 kilometrar úr staðnum har hann var farin fyri borð.

Tann óhepni ? men tann sera, sera hepni ? sjómaðurin hevði ikki fingið skaða av tilburðinum.

Hann varð kortini lagdur inn á sjúkrahús vegna lágan kropshita.