Flóttafólk: Vit leita eftir eini framtíð

Teir fýra ungu menninir, sum komu sum flóttafólk við Norrønu í morgun, verða allir sendir av landinum aftur hóskvøldið.

Stutt eftir, at Norrøna hevði lagt frá landi leygardagin, varnaðist manningin, at fýra loyniferðafólk vóru umborð.

 

Teir fýra menninir møttu í Føroya rætti seinnapartin, har rætturin skuldi góðkenna avgerðina hjá løgregluni at varðhaldsfongsla teir til teir kunnu sendast av landinum aftur.

 

Menninir hava upplýst fyri løgregluni, at tveir teirra eru úr Marokko, meðan hinir báðir eru úr Algeria. Teir eru 16 og 17 ára gamlir.

- Vit leita eftir eini framtíð. Vit hava mist nógv ár av okkara ungdómi. Onnur børn á okkara aldri ganga í skúla. Finna vit eitt land, sum vil hava okkum og ynskir at hjálpa okkum, so ynskja vit at steðga har, greiddi tann eini teirra frá. Eftir ætlan skuldu teir til Íslands.

- Her er tó rættiliga vakurt í Føroyum eisini, so vit kunnu gott steðga her, søgdu teir.

 

Teir greiddu frá, at teir vóru allir komnir úr Sandholm flóttafólkaleguni í norðursjællandi. Komnir til Hirtshals, fjaldu teir seg í einum lastbili, sum skuldi umborð.

 

Sjálvir vóru teir ónøgdir við, at teir máttu sita í varðhaldi og tann eini teirra segði, at hann føldi seg ikki sørt kriminellan, soleiðis sum løgreglan fór við sær.

- Vit hava tað ikki gott í varðhaldinum. Í Grikkalandi settu tey okkum á hotell, áðrenn vit vóru sendir víðari. Tað kundu vit eisini hugsað okkum her, søgdu teir.

 

Dómarin var tó ikki sinnaður at eftirlíkað ynski teirra. Hann valdi tí at loyva løgregluni at halda teir í varðhaldinum til 14. novembur, tá Norrøna eftir ætlan hevur lagt at í Hirtshals aftur.

 

Teir fýra norðurafrikanararnir valdu at kæra avgerðina til landsrættin.