Dagtilhald
Glyvrar: Mánadagin, 3. november kl. 15, letur "FLØVI" - dagtilhald fyri pensjónistar ? uppaftur í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Hetta er 15. árið, at dagtilhaldið hevur opið.
Kvøldið byrjar við hugnaløtu og borðhaldi.
Meinhard Bjartalíð, prestur, fer at siga frá lívi sínum, og Jóhan Mortensen fer at undirhalda við harmoniku og sangi. Eisini fara Fríðhild og Bodil at spæla tvørfloytu.
Nýggjur leiðari
Nýggjur leiðari er settur at taka sær av Fløvanum. Tað er Jensina Simonsen, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.
Hon gleðir seg at byrja í nýggja starvinum.
Virksemið hjá dagtilhaldinum er í menning, og tilhaldið er opið fyri øllum pensjónistum í Eysturoynni.
- Vit leggja stóran dent á, at so nógv sum gjørligt koma at
vitja og ynskja, at fólk, sum eru óhjálpin, verða hjálpt av avvarðandi, soleiðis, at tey kunnu koma trygd til og frá staðnum, sigur Dagtilhaldið Fløvin í tíðindaskrivi.
Fløvin hevur annars opið í Kvinnufelagshúsinum frá mánadegi til fríggjadag, frá kl. 15-18.