Torbjørn hevði fyrimun av at hava hvítt í fyrsta dystinum, men kortini megnaði Flóvin í einum sera jøvnum dysti at basa mótstøðumanninum og skapa sær eitt gott útgangsstøði í umdystinum.
Torbjørn hevði seint í talvinum møguleikan at skapa sær ein kanska avgerandi fyrimun, men hann sá ikki hetta, og Flóvin megnaði at gera sær dælt av hesum.
Mistakið hevur við sær, at Torbjørn nú er í eini ringari støðu. Leygardagin skal hann telva móti IM John Rødgaard, sum í hesum dystinum hevur hvítt.
John er ein sera royndur telvari, og ikki er væntandi, at hann fer at tapa, havandi í huga, at hann byrjar við hvítum.
Um so er, at John í minsta lagi fær remis mót Torbirni, er av sonnum lagt upp til eina finalu sunnudagin, tá IM-John Rødgaard hittir Flóvin Tór Næsliðið sleppur at stýra spælinum, og at teir gjørdust meira varnir í seinna hálvleiki viðførdi, at B36 fekk lagt eitt ávíst trýst á HB málið í pørtum av øðrum hálvleiki. Nakrir møguleikar spurdust eisini burturúr, men Piddi var ikki nóg neyvur, og Jákup drálaði og nógv, soleiðis at HB slapp við skrekkinum, tá mesti vandin var á ferð.
Í hinum endanum royndi HB at dúva upp á kontrabóltar, og hóast hetta onkuntíð viðførdi upptrekk til málmøguleikar, so skuldi eitt verjumistak til, áðrenn teir slógu sigurin fastan.
Herbert í Lon, sum ikki tykist serliga sannførandi í løtuni misti bóltin til Andrew, og so kundi HB taka eitt avrit av fyrsta málinum. Hesu ferð sendi Andrew bóltin til Bárð Mortansson, sum ósvikaliga trygt sendi bóltin framvið Trónda í málinum, og so var at kalla liðugt hjá B36.
Seinastu løtuna royndu teir at satsa. M.a. við at flyta Jens Kristian fram í álopið, men ov seint var, og ístaðin átti HB at økt um leiðsluna, tá Bárður valdi at skjóta, heldur enn at trilla yvirum til ein púra leysan Andrew av Fløtum.
Oddurin tódnar
Hóast tapið, so er B36 framvegis á ovastu rók í landskappingini, men spurningurin tykist í løtuni vera hvussu leingi?
Fyri framman hava teir tveir sera torførar útidystir, í Vági og í Gøtu, geva hesir ikki fulla úrtøku, er vandi fyri at grannarnir fyri norðan fara framum.
At døma eftir dystinum leygardagin er tó einki forgjørt í hesum. Seinastu dystirnar hevur nýggja HB-liðið prógvað, at teir í løtuni eru tað liðið í landinum, sum hevur besta samahangin í spælinum, og hava teir neyðuga hepnið, er als ikki ósannlíkt, at langtiðarætlan teirra fer at geva úrslit eini tvey ár fyrr enn væntað.
B36-HB 1-3 (1-2)
0-1: Pætur Dahl 3.
1-1: Magni á Lakjuni 20.
1-2: Andrew av Fløtum 21.
1-3: Bárður Mortansson 81.
Dómari: Lassin Isaksen
B36:
Tróndur Vatnhamar - Mikkjal Thomassen, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Magni á Lakjuni, Jan Guttesen, Ronnie Samuelsen, Jens Kristian Hansen, Dánjal Petur Johansen - Jákup á Borg, Håkan Lundholm
HB:
Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum