Flóvin varð tann fyrsti

Í kapping í Týsklandi eydnaðist tað 24 ára gamla havnarmanninum Flóvin Tór Næs at vinna sær sum fyrsti føroyingur ein IM norm. Hetta er einki annað enn eitt megnarbragd

Oftani hava føroyingar, eitt nú John Arni Nilssen, Heini Olsen og eisini Flóvin Tór Næs verið tætt við, men nú loksins eydnaðist tað føroyingi at ogna sær ein IM norm. Tríggir normar skal ein hava áðrenn ein kann kalla seg altjóða meistari, sum heitið IM stendur fyri. Vit hava í Føroyum ein altjóða meistara, nevnliga John Rødgaard, sum hevur umboðað Føroyar á frálíkan hátt síðani 1984. Hann er tó dani av uppruna, og hevur tí ein danskan talvuppvøkstur.

IM krøv:
?ogna sær 3 IM normar
?hava 2400, ella hava verið á 2400, í rating

Sigast kann at vegurin til IM norm Flóvins byrjaði á heysti 1999. Flóvin valdi tá at telva eitt ár burturav. Hann telvaði hvønn tann einasta mánaða minst eina kapping king Evropa, og sum oftast við góðum úrslitum. Men heilt tætt við ein IM norm varð hann ikki. Síðani hava úrslit hansara svingað eitt sindur, og eftir at hann í 2000 fór undir lesnaða í Keypmannahavn, kundi ein kanska trúð at møguleikin hjá honum komandi árini var hálvavegna fokin.

Vann tveir stórmeistarar
Flóvin hevur valt at nýta summarferiuna í ár til telving burturav. Fyrsta leiðin gekk til Týsklands, har hann var boðin við til eina lukkaða IM kapping, nevnd Internationales Schachfestival Freudenstadt. Flóvin hevur síðani talvár hansara í 1999/2000, hildið nógv sambond við líka, og av hesu orsøk verður hann oftani boðin við til ymsar IM kappingar kring Evropa.
Tíggju luttakarar, níggju umfør, og kravið til IM norm varð 7 stig. Hetta eru hørð krøv, serliga tá hugsað verður um mótstøðuna: Tveir stórmeistarar, ein altjóða meistari, og ratingmótstøða frá 2189-2431. Men við tí huga, at báðir stórmeistarnir vóru tilkomnir menn og hava havt sínir bestu talvdagar, hevur Flóvin ivaleyst kent seg hava havt ein møguleika at gera ein vørr. Og tað gjørdi hann so sanniliga!
Eftir seks umførum hevði Flóvin fýra stig, og enn væntaði hann stórmeistararnar. Nakað nógv hevur Flóvin verið uppsettur hesi trý umførini. Hann vann tey nevnliga øll, og IM normurin var veruleiki! Í sjeynda umfari vann hann enntá við svarta fólkinum móti GM Klovans, og í næstseinasta talvi vann Flóvin við hvíta fólkinum móti Dubkov (2195).
Kravið varð tí at vinna við svarta fólkinum móti fyrrverandi talvstjørnuni GM Mark Taimanov úr Russlandi. Skuldi tað nú aftur verða sama søgan: Bert eitt stig frá IM norminum? Nei, ikki á hesum sinni, tíbetur. Flóvin vann nevnliga sensationelt hetta seinasta talv, og hevur hann nú sum einasti føroyingur ein IM norm í skjáttuni.
Lykilin til hesa succes varð, at Flóvin vann øll síni fimm talv við svarta fólkinum. Hann varð styrkismettur sum nummar sjey, og endaði á øðrum plássi við sjey stigum og IM normi.
Eitt bragd hevur Flóvin framt, og vónandi kann úrslit hansara skumpa aðrar føroyingar sama veg, soleiðis at vit innan fá ár eiga ein ella fleiri altjóða meistarar. Nú vita vit at tað ber til.

Politiken Cup
Í gjár, mánadagin 15. juli, byrjaði árliga Politiken Cup kappingin í Keypmannahavn. Nærum 200 telvarar luttaka, harav fýra føroyingar: John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs, Ólavur Simonsen og Rani Baldursson. Telvað verður ellivu umfør, har tað seinasta er 26. juli.
Spennandi verður at fylgja við føroyingunum, og kanska serliga nú eftir at vit hava brotið mentala múrin viðvíkjandi IM normum. Fer tað nú aftur at bera til hjá føroyingi at vinna sær norm? Vit vóna tað, men torført verður tað í øllum førum. Fylgjast kann við gongdini hjá føroyingum á www.faroechess.com, har Ólavur Simonsen fer at siga frá hvørjum umfari.

Talvið hesa vikuna
Í hesum døgum verður mótstøðumaður til Kramnik funnin í Dortmund. Átta telvarar, øll heimselitan uttan Anand og Ivanchuk, hava telvað bólkaspæl, og fýra av hesum, Topalov, Leko, Bareev og Shirov hava leikt seg í hálvfinalur. Fide heimsmeistarin Ponomariov skal eftir ætlan telva dyst móti Kasparov, sum er ein eitt slag av hálvfinalu. Tí vinnarin av hesum dysti skal telva HM dyst móti vinnaranum av dystinum millum Kramnik og Dortmund-vinnaranum. Stríðið um HM tittlar er tíbetur helst av, og vit kunna í framtíðina aftur hava ein offissiellan heimsmeistara.

Bareev,E (2726) - Topalov,V (2745)
Sparkassen sf Dortmund GER (1), 13.07.2002

1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 c5 4.d5 exd5 5.cxd5 d6 6.e4 g6 7.f4 Bg7 8.Bb5+ Rifd7 9.a4 0-0 10.Rif3 Ria6 11.0-0 Rib4 12.h3 a6 13.Bc4 f5 14.Rig5 Rib6 15.Bb3 a5 16.Be3 fxe4 17.Kh1 Rid3 18.Fd2 Re8 19.Rab1 Bf5 20.g4 h6 21.gxf5 hxg5 22.fxg5 gxf5 23.Rxf5 Fd7 24.Rbf1 Re5 25.Rf7 Fxh3+ 26.Fh2 Fxh2+ 27.Kxh2 Rf8 28.Rxf8+ Bxf8 29.Rf6 c4 30.Bd1 Rid7 31.Rg6+ Kh7 32.Re6 Ri7c5 33.Rf6 Kg8 34.Bh5 Be7 35.Rh6 Kf8 36.Rh8+ Kg7 37.Re8 DIAGRAM Bxg5 38.Rxe5 Bxe3 39.Re7+ Kf6 40.Rf7+ Kg5 41.Bd1 Bd4 42.Kg2 Rixb2 43.Rib5 Be5 44.Bc2 Ribd3 45.Kf1 Rib4 46.Bb1 Rixd5 0-1 eftir 37.Re8