Flóvisligt at vera sambandsmaður

- Tað eru løtur, har eg havi verið beinleiðis flóvur av flokkinum.
Tað fingu sambandsfólk at vita frá Jústunus Ejdesgaard, sum var valevni fyri flokkin á seinasta løgtingsvali.
Eitt mál, hann vísti til, var samtyktin í Løgtinginum um at broyta lógina um byggisamtyktir
- Har gekk Sambandsflokkurin á odda at trumfa eina undantakslóg í gjøgnum, sum hóttir rættartrygdina hjá tí einstaka borgaranum, fyri at hjálpa einum borgarstjóra á Tvøroyri, ið ikki dugir at handfara tað, hann er settur til, segði hann.
Hann er ikki ímóti Varðanum á Tvøroyri, men ístaðin fyri at gera serlóg, var bara at brúka vit og skil.
Jústinus Ejdesgaard heldur eisini, at tað er torført at verja Sambandsflokkin,
“nú hann er vorðin so høgravendur, at hann hevur yvirhálað fólkaflokkin høgru megin”, sum hann málbar seg.
Í hesum sambandi sipaði hann til flatskatturin, sum hann sigur, vendir sosialt skeivt.
- Sambandsflokkurin er ikki ein borgarligur flokkum, men ein sosialliberalistiskur flokkur og tað eigur hann at halda fast um.
- Og eg havi verið beinleiðis flóvur av, hvussu Sambandsflokkurin, við evstu ábyrgd av Mentanargrunninum sjálvur hevur minkað játtanina til hendan grunn og harvið heilt óneyðugt hevur fingið mentafólk upp á nakkan, segði Jústinus Ejdesgaard.

LES EISINI GREININA : Edmund sparkar eftir formanninum

LES EISINI GREININA: Fleiri útlendingar mugu flyta til Føroya at búgva