Flaggadagurin á Vaglinum 2005

Pætur á Borg Eyðunsson
?
Flaggdagshaldið endaði heldur ódámliga hendan dagin. Sum vanligt sást danabrók blaktra oman fyri øll tey føroysku fløggini, men eitt nýtt, margháttligt flagg, eitt sokallað ríkisflagg, varð sýnt fram á flaggdagshaldinum.
Sum áskoðari visti tú ikki rættiliga, hvussu tú skuldi bera teg at eftir lokna talu. Var hetta skemt ella álvara?
Røðarin vildi vera við, at tíðin var farin frá tjóðríkjunum. Løgið, tí seinastu 15 árini eru fleiri tjóðríki komin undan kavi, og onnur munnu fara at koma aftrat!?!
Tú fert at hugsa um Grønland, Thule, íbúðarblokkar og nøkur av heimsins daprastu hagtølum, sum ríkisfelagsskapurin man eiga sín lut í!?! Man hetta vera nakað at samflagga fyri við nýggjum felags flaggi?
Hugurin reikar eisini til frændurnar eystanfyri: 1905, Nansen, sámar o.s.fr. Hugstoytt, nú norðmenn hátíðarhalda síni 100 ár sum tjóðríki!
Hetta sokallaða ríkisflagg varð síðani hongt upp á tjóðlistarsavni okkara. Slíkt kann vist bert henda í Føroyum!?
At Merkið ikki tykist vera við á hesum nýggja flaggi, er kanska ein fyriboðan um, at føroyska fullveldið er nærri, enn vit gruna, sjálvt um hálvveldissamgongan enn ræður fyri borgum!?!