Hjartastyrkur
Sunnudagin er Flaggdagur og tá plagar at verða skipað fyri ymsum tiltøkum.
Í Suðuroy verður eitt heldur óvanligt tiltak flaggdagin.
Tá verður nevniliga skipað fyri flaggdagsgongu ella flaggdagsrenning.
Tað er Felagið fyri Blóðgevarar í Suðuroy sum skipar fyri, men felagið leggur dent á, at hetta er eitt tiltak fyri øll.
Tað er sostatt ongin treyt at verða professionellur fyri at vera við, tí tey, sum ikki kunnu, ella orka at renna, tey ganga.
Hetta er eitt tiltak, sum ætlanin er at skipa fyri á hvørjum ári, skiftivís á Tvøroyri og í Vági. Í ár verður tiltakið á Tvøroyri og næsta ár verður tað so í Vági
Øll, sum vilja verða við, møta í skúlahøllini í Trongisvági klokkan 15 sunnudagin og ætlanin er at renna 2,5 ella 5 kilometrar.
Tey, sum eru fyrst á mál, fáa heiðursmerki. Men tað er ikki endamálið, at hetta skal vera ein kapping sum so, tí ein góður gongutúrur er avgjørt eisini gagnligur og hann er samstundis við til at stuðla tiltakinum.
Tað kostar 20 krónur at vera við. Men tá ið komið verður á mál, stendur sodavatn, kaffi og okkurt at eta afturvið, fyri luttakarunum.
Felagið fyri blóðgevarar vónar, at bæði blóðgevarar og onnur koma við gera hetta til eina stuttliga og hugnaliga løtu.