Beint eftir flaggdagshaldið í Havn, verður nýggjur punk tónleikur at hoyra í Tutl handlinum.
Tað eru fløguaktuellu 200, sum eftir eina avbera væl eydnaða útgávukonsert í Perluni leygarkvøldið, aftur fara at lyfta fingrar, larma og goysa út vælorðað orðaspæl og speiskar tekstir.
Tað eru júst trý ár liðin, síðan nýggju hurðarnar í Tutl handlinum á fyrsta sinni vóru lætnar upp, og nýútkomnir tónar floymdu út á Gongugøtuna. Umleið 200 konsertir hava verið á Káta Horninum hesi trý árini, og aftur í summar verða vælumtóktu summarkonsertirnar á skránni.
Vendetta er fimta útgávan hjá 200, og sum nakað nýtt í 200 høpi, fylgir ein filmur við, sum ber heitið 'Viva la Vendetta'. Sakaris Stórá hevur gjørt filmin, sum snýr seg um skapanini av fløguni. Filmurin fylgir við fløguni sum DVD.
Eftir konsertina, sum byrjar áleið kl.16 signera 200 fløgur og LP'ir.
Nýggja lagið "Við love skuldu vit land byggja" kann takast niður ókeypis her:
[http://r20.rs6.net/tn.jsp?e=001qviIbLTptKbhIdBmfjvfW_0KyQU969LrE05TmqAOdw-ao4BBkLB08fmgMLCcWYnBZj7sLNBYuBqaz_Rg9f2i4aMcS84tGOWQNzusEx2C2TxA7Kk2DAzrcg==]
Alt tað nýggjasta um 200 finnur tú á www.facebook.com/200baby
Hesum boða fyrireikarar frá.