Vit eru komin í apríl, dagarnir gerast longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast. Okkara elsta og nokk eisini fyrsta rennikapping, Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 30. í røðini, verður aftur og Bragdið skipar, sum vanligt fyri renningini.
Byrjað verður kl. 16 beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast.
Rutan er tann sama sum í 2015, byrja á Kongabrúnni og renna so fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferð. Teinurin hjá vaksnum er knappar sjey kilometrar.
Minstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000m.
Stuttleikarenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin og tey velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.
Bólkarnir verða hesir:
- Gentur og dreingir fødd (2007 og seinni)
- Gentur og dreingir fødd (2005-2006)
- Gentur og dreingir fødd (2003-2004)
- Kvinnur og menn opin bólkur fødd (-2002)
- Kvinnur og menn veteranar (1961-1970)
- Kvinnur og menn superveteranar (-1960)
- Stuttleikarenning - vaksin, fødd (-2002)
Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line. Leinki er á bragdid.fo
Tilmeldingarfreistin er leygardagin 23. apríl kl. 18.
Startnummur verða útflýggjað í Snarskivuni á Flaggdegnum, frá kl. 13.00 – 15.00.
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum. Vinnarar hjá børnum og vaksnum fáa somuleiðis ein góðan vinning.
Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, skúlar, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Luttakarar í firmakappingini, skulu vera í føstum starvi fyri at telja við. Menn og kvinnur eru ikki á sama liði. Tað skulu vera 3-5 luttakarar á einum liði og 3 tær fremstu plaseringarnar telja við. Tað liðið, sum fær fægst stig, er vinnari. Bara vaksin eru við í liðkappingini, ikki børn og stuttleikarennarar.