Øll byrjað í senn, og sum vant verða tveir aldursbólkar Tey sum eru fødd í 87 ella seinni, og tey sum eru fødd í 86 ella fyrr.
Eins og undanfarin ár verður verður skipað fyri firmakapping bæði fyri kvinnur og menn. Stovnar, virkir, skúlar og arðar fyritøkur kunnu stilla upp við einum ella fleiri liðum, har minst 3 og hægst 5 eru á hvørjum liði, og har 3 tær bestu plaseringarnar telja við. Eins og undanfarin ár er tað Føroya Shell, sum stuðlar Flaggdagsrenningini, og síggja teir til, at skjótasti maður, kvinna, drongur og genta fáa steyp. Meðan nummar 1,2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Somuleiðis fáa vinnarnir av firmakappingini steyp til ognar.
Bragdið leggur dent á , at renningin er fyri øll yngri sum eldri, og minnir á at freistin fyri tilmelding er Leygardagin 22. Apríl. Lýst er næri í blaðnum.