Mong mundu undrast í morgun, at eingi tíðindi vóru at hoyra í útvarpinum hjá kringvarpinum.
Orsøkin er, at tað er flaggdagur, sum er sáttmálabundin frídagur hjá Starvsmannafelagnum.
Flestu kringvarpsfólkini eru limir í Starvsmannafelagnum.
Annika Mittún Jacobsen sigur tað ikki vera nakað nýtt, at ikki sent verður flaggdagin sum vanligt. Í fjør fall flaggdagurin á 2. páskadag, og árið fyri flaggdagurin ein sunnudag.
Men tað er kortini nýtt, at Kringvapið skúgvar vanligu skránna til viks. Hyggja vit í gamlar skáir hjá útvarpinum, so sendi útvarpið tíðindi frá klokkan 7 á morgni og allar tíðindasendingar sum vanligar dagar flaggdagin. Eisini sendi útvarpið morgunlestur, barnaútvarp og Góðan morgun Føroyar flaggdagin, men hetta er so broytt.
Í dag sendir útvarpið hjá kringvarpinum sum leygardag, tíðindi klokkan 10, 12,20 og klokkan 18.
Rás2 sendir sum vanligar gerandisdagar í dag við morgunsending fyrrapartin og tíðindum klokkan 11, 12, 15, 16 og 17.