Í dag, flaggdagin, var flaggdagshald í Vági, eins og so nógva aðrastaðni kring landið.
Í Vági helt Bjartur Nolsøe røðu, og hóast veðrið ikki spældi við alla tíðina, so var nógv fólk komið saman til flaggdagshaldið, sum skótaliðið Royndin skipar fyri.
Bjartur Nolsøe kom í røðu síni sjálvsagt inn á flaggsøguna og Merkið, ið er 100 ár í ár. Men Bjartur Nolsøe, ið er barnvaksin í Vági, kom eisini inn á dagsins samfelag, har vit liva í einum landi, ið verður knýtt alt meira saman.
Her hugsaði Bjartur Nolsøe um tunnlarnr til Eysturoynna og Sandoynna, og helt hann, at tá Suðuroyggin í dag kann tykjast langt burtur, so kemur Suðuroyggin at tykjast enn meira fjarskotin, tá hesir tunnlar eru komnir.
Tað er tí alneyðugt at seta tunnil til Suðuroynna á breddan. Og hóast tunnilin ikki kemur um eitt ár, ella fimm, so er alneyðugt at fáa gjørt eina ætlan og eina tíðarætlan fyri tunnilsætlanina til Suðuroyar, segði Bjartur Nolsøe m.a. í flaggdagsrøðu síni.
Eftir røðuna var kaffi og køkur í Miðlatúni, har vinnarar av eini teknikapping fyri børn eisini vóru kunngjørdir. Børn hava teknað flaggtekningar, og framsýning av innkomnu tekningunum var at síggja í Miðlatúni.
##ms##