Miðvágur: Tað er fríggjadagur 6. juni 2008. Klokkan 8 um morgunin fara 70 fólk so hugagóð til arbeiðis á flakavirkinum í bygdini.
Tey gleða seg til at arbeiðsdagurin endar, tí tá byrjar enn eitt vikuskifti. Tá skal verða tíð at gera tað, ein ikki náddi gjøgnum vikuna.
Lítið mundu tey vita, at um somu tíð var ein stór avgerð tikin, sum skuldi taka lívsgrundarlagið undan teimum øllum: Nevndin í Fiskavirking hevði nevniliga avgjørt at teirra virki og teirra arbeiðspláss skuldi lata aftur for good!
Fyrrapartin henda fríggjadagin er stjórin, Meinhard Jacobsen í Miðvági fyri at kunna leiðsluna á virkinum, herundir eisini kajformaðurin, um avgerðina.
- Hann vildi ikki draga pínuna út, og gjørdi skjótt av. Segði, at virkið fór at verða opið til summarferiuna, og lat so ikki uppaftur. Stutt og greitt!, minnist Kári aftur á henda minniliga fundin.
Og í døgurðasteðginum kemur ein fráboðan um ein fund fyri arbeiðsfólkinum klokkan 14 við sama endamáli.
Úrslitið er alment kent í dag. Fyri mong kom hetta sum ein bumba, tí fólk vóru neyvan greið yvir, at tað stóð so illa til at tey skuldi sigast úr starvi 1. juli.
Hetta kom kortini ikki óvart á Kára á Presttrøðni. Hann hevði fyri langari tíð síðani lisið skriftina á vegginum.
- Nei, hetta kom ikki sum eitt sjokk fyri meg, tí eg hevði leingi roknað við hesum. Eg vónaði sjálvandi ikki at tað fór at lata aftur, men eftir øllum sólarmerkjum at døma slapst ikki undan tí.
- Tað er harmiligt, tá arbeiðsplássið sum hevur verið mítt síðani eg var 18 ára gamal, má lata aftur. Men her var vist ikki nógv annað at gera, sigur 50 ára gamli Kári á Presttrøðni.
Einki lív á sjónum
Kári á Presttrøðni var bert 18 ára gamal, tá hann byrjaði at arbeiða á flakavirkinum í heimbygdini. Lítið mundi hann gruna tá, at hetta skuldi gerast hansara dagliga starv í tíggjutúsundtals tímar tey næstu 32 árini.
Áðrenn Kári byrjaði at arbeiða á landi var hann ein túr í Grønlandi við Lækkakletti. Hetta dámdi honum sera væl, og tað kundi eins væl verðið, at hann helt fram við hesum fiskiskapinum. Men stutt eftir fingu teir forboð at fara til Grønlands.
- Lækkaklettur varð umbygdur til línubát, men tá eg fór við honum aftur, dámdi mær einki hetta lívið.
- Tíbetur var nógv fiskaarbeiði í Miðvági tá. So eg valdi tað ístaðin. Her var so nógv arbeiði at teir arbeiddu nærum í døgndrift, ja, so nógv, at ein kundu nærum arbeiða so nógv um ein vildi.
Kári hevur bert gingið 10 ár í skúla, men á virkinum var nógv arbeiði, so tað var kanska ikki neyðugt at hugsa um at fara víðari við útbúgving.
Hann var íðin í ítróttinum og spældi við MB, sum tá var í bestu fótbóltsdeildini. Hetta komst ikki av ongum, tí á liðnum spældu góðir leikarar sum millum annað Sámal á Vágalið, Valdemar á Løgmansbø og brøðrunum Pauli og Mikkjal Danielsen.
- Síðani tá havi eg bara hingið í á flakavirkinum. Altso inntil henda minniliga fríggjadagin 6. juni 2008, tá vit fingu boðini um at virkið skuldi latast aftur, sigur hann eitt sindur tungur í huga.
Okkurt fór at henda
At arbeiða á flakavirkinum dámdi Kára sera væl. Hann byrjaði sum landari tey fyrstu fýra árini, áðrenn hann fór inn í kuldan at arbeiða við frystiskápini.
Fyri 15 árum síðani gjørdist hann kajformaður, og hevur síðani havt ábyrgd av landingum, ísgeving og flutninginum av fiskinum til og frá virkinum.
Eitt er at nógv arbeiði var á virkinum og útvegaði eisini arbeiði og var lívsgrundarlag hjá hundraðtals fólkum í bygdini og aðrastaðni.
Virkið var í sera góðum standi og so væl rikið, at tað fyri fáum árum síðani varð kosið sum ársins virki. Og spurdi ein arbeiðsfólkið, var eingin ivi um at tey høvdu bara gott at bera virkinum og leiðsluni.
Arbeiðið hevur verið rættiliga støðugt á virkinum, og fyri Kára hevði tað sín týdning at fáa eina fasta inntøku at forsyrgja sær og stóru familju síni.
Men tíðir broytast og tað gjørdi fiskivinnan eisini. Hesi seinastu árini hava verið rættiliga turbulent hjá Føroya Fiskavirking. Hetta hevur sum vera man eisini havt sína ávirkan á virkið og virksemið á flakavirkinum í Miðvági.
- Ja, tað er púra vist, at tað hevur ikki verið so øgiliga áhugavert at arbeiða her í seinastuni. Vit hava ikki vitað, hvar vit hava flotið og tað er í heilum at tíðindini hava gingið um at okkara virki skuldi lata aftur.
- Tað hevur verið serliga turbulent tvey tey seinastu árini. Vit vistu bara at okkurt skuldi skje, annaðhvørt her ella í Vestmanna. Og tí koma tað kanska ikki so óvart á meg og okkum, at tað varð okkara virki sum lat aftur, sigur Kári sorgtungur á málinum.
Einki fólk
Fyri ein so royndan flakamann sum Kára var lítil ivi um, at Fiskavirking kundi ikki halda á við arbeiðinum í Miðvági.
Hesa minniligu viku 23 í 2008 hevði lítið verið av arbeiði á virkinum. Mánaðin frammanundan hevði bert verið arbeiði í 1-2 dagar um vikuna.
Samstundis sum tað var sera trupult at virka nakran fisk, var so at siga ógjørligt at fáa fólk til arbeiðis, helst tí at tey ynsktu sær ein aðra og meiri fasta inntøku.
- Tú skilir, at tá ein lýsir eftir eini 15-20 arbeiðsfólkum hjá ALS, og ikki ein einasti søkir, tá er okkurt galið.
- Hetta var enn eitt tekin um, at trupult fór at vera at halda hesum virkinum upplatið í langa tíð aftrat, greiðir Kári frá.
Á fundinum kl. 14 henda dagin í juni greiddi Meinhard Jacobsen í stuttum frá avgerðini í leiðsluni. Fólk sótu sum negld og eingin teirra megnaði at seta honum ein einasta spurning.
- Fólk vóru sjálvandi kedd um hesa avgerðina fyri arbeiðspláss teirra. Tey fóru stillisliga av fundinum og til hús, tí arbeiðsformaðurin hevði avgjørt at einki arbeiði skuldi vera restina av degnum.
Matur skal á borðið
Eftir meiri enn 32 ár á sama staði, er tað altíð við einum ávísum sorgblídni at ein fer fyri seinastu ferð til hús frá arbeiðsplássi sínum.
Hann hevur roknað seg fram til at hava arbeitt á virkinum einar 2000 tímar um árið, og faldar ein tað við 32,5 árum, kemur ein til eitt so høgt tímatal sum 65.000.
Kári hevur sum ein av formonnunum á virkinum eina uppsagnartíð í seks mánaðir, men hevur eins og øll hini fingið boðið arbeiði á virkinum í Vestmanna.
- Eg havi ikki tikið avgerð um, hvat eg skal gera enn, men tað er hjá mær sum hjá øllum hinum: Matur skal á borðið hvønn einasta dag, og haraftrat er alt vorðið so ótrúliga dýrt.
- Tá ein er í slíkari støðu sum eg, so hugsar ein sera nógv. Ein verður ávirkaður av tí og hetta skapar stress hjá mær, tí ein hugsar so nógv um tað fíggjarliga og hvussu gangast skal familjuni í framtíðini.