Flatskatturin er ein lønarhækking upp á 8%

- At vit nú fáa eina skipan við flatskatti, fer uttan iva at skapa vøkstur í samfelagnum.
Tað staðfesti Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin.
- Flatskatturin ger, at nú fer tað at loysa seg at arbeiða yvir og tað er fortreytin fyri vøkstri.
Jørgen Niclasen vísti á, at 12% av føroyingum rinda ongan landsskatt, 55% av føroyingum rinda 20% av landsskattinum.
- Men restin, sum er 33% av løntakarunum, og sum eru tey, sum forvinna yvir 250.000 um árið, rinda 80% av landsskattinum.
- So tað er sjálvsagt, at skal skattaskipanin broytast, slepst ikki undan at tey, sum rinda 80% av skattinum, fara at merkja tað.
Formaður fólkafloksins vísti á, at ein pedagogur, sum arbeiðir fulla tíð, fær 93 krónur í løn um tíman eftir skatt.
Men ein pedadogur, sum arbeiðir ¾ tíð, hevur eina løn upp á 101 krónur um tíman til sín sjálvs, tá ið skatturin er goldin.
- Hetta merkir, at skattaskipanin ger, at tann, sum arbeiðir parttíð, hevur 8% hægri tímaløn enn tann, sum arbeiðir fulla tíð, staðfestir Jørgen Niclasen.
- Sostatt loysir tað seg best at arbeiða parttíð, tí vit hava eina skipan, sum lønar fólki, sum lata vera við at arbeiða.
- Men júst flatskatturin svarar til, at ein pedagogur fær eina lønarhækking upp á 8%, legði Jørgen Niclasen afturat.