Nýggja skipanin við flatskatti, hevur bjargað arbeiðsplássum í Føroyum.
Tað staðfestir Bergur Poulsen, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum.
Vit hava spurt hann, hvørjar royndir arbeiðsgevarar hava gjørt sær, nú flatskatturin hevur verið í gildið í eitt ár.
Tá ið flatskatturin varð settur í gildið, var stóra herrópið, at nú skuldi tað loysa seg at arbeiða og at gongd fólk skuldi fáa meiri pengar um hendi fyri at seta samfelagið ígongd við størri nýtslu.
Í fyrstu atløgu er Bergur Poulsen ikki samdur í, at talan er um ein flatan skatt.
- Hetta er ikki ein flatur skattur, tí øll rinda ikki tað sama.
Tó ásannar hann, at skatturin er munandi flatari enn hann var, men sjálvur kundi hann hugsað sær, at skipanin verður púra fløt.
Hugurin batnaður
Bergur Poulsen sigur, at tað hann frættir frá arbeiðsgevarum, er tað lættari nú at fáa fólk at arbeiða yvir, enn tað hevur verið.
Hann sigur, at hetta er í hvussu so er galdandi fyri virki í framleiðsluvirkjum.
- Viðhvørt var tórført at fáa fólk at arbeiða yvir, tí tað fór so nógv í skatti av yvirtíðini.
Tað er munandi broytt, sigur Bergur Poulsen.
Hevði tað ikki verið, høvdu virkini verið noydd at sett fleiri fólk – sum í nógvum førum ikki eru tøk, tí so nógv fólk eru longu farin av landinum, tí har er skatturin lægri.
Hann veit fleiri dømi um fólk, sum høvdu ætlað sær uttanlands at arbeiða, tí har er skatturin lægri, men sum broyttu meining eftir at skatturin varð uplagdur.
- Í so máta hevur nýggja skattaskipanin bjargað nógvari arbeiðsmegi í landinum, tí høvdu øll hesi fólkini verið farin uttanlands, hevði tað lagt stórt trýst á lønirnar og hevði gjørt tað munandi dýrari at fingið arbeiði gjørt.
- Føroya Land er at kalla drenað fyri summi sløg av handverkarum, so høvdu enn fleiri farið av landinum, samstundis sum ongin vildi arbeitt yvir, hevði tað tað trýst lønirnar upp.
- Sostatt hevur nýggja skattaskipanin eisini gjørt sítt til at varðveitt okkara kappingarføri.
- Tað var eisini í síðstu løtu, at skatturin varð umlagdur, tí høvdu vit havt bíðað eitt ár afturat við gomlu skattaskipanini, høvdu nógv fleiri verið farin av landinum við teimum avleiðingum, tað hevði havt við sær fyri trot á arbeiðsmegi, lønartrýsti og versnandi kappingarføri.
Hinvegin ásannar Bergur Poulsen eisini, at tað hevur ikki lætt um lønarkrøvini frá fakfeløgunum, at skattatrýstið er linkað.
Hann dugir heldur ikki at siga um nýggja skattaskipanin hevur skapt fleiri arbeiðspláss.
Men hann heldur í øllum førum, at við tað, at skattaskipanin hevur gjørt sítt til, at kappingarførið ikki er versnað, hevur hon i øllum førum ført til, at vit hava varðveitt fleiri fleiri arbeiðspláss í landinum.
Somuleiðis fær hann ikki sagt nakað ítøkiligt um, hvørja ávirkan, nýggja skattaskipanin hevur havt á eftirspurningin.
Bergur Poulsen ásannar kortini, at hann hevur ongi tøl at halda seg til, men at hetta er fatanin, hann hevur eftir at hava samskift við limir í arbeiðsgevarunum.